Chip Peterson vann Tiburon Mile 2010 og $10.000

Amerikanski Chip Peterson vann í gjár Tiburon Mile Open Water Swim í San Franciso og 10.000 dollarar, frammanfyri tann annars í open water svimjing nærmast óyvirvinniliga Thomas Lurz úr Týsklandi, Ryan Cochrane úr Kanada, Oussama Mellouli úr Tunesia, og [ahem] Mads Glæsner úr Niðurlondum [?]. Lesið her á SwimmingWorld Magazine.


Continue reading Chip Peterson vann Tiburon Mile 2010 og $10.000

Schneider vann Tiburon Sprint Classic og $10.000

Árliga Tiburon Mile Open Water Swim verður í dag í San Francisco, við luttøku av millum øðrum Oussama Mellouli, heimsmeistari og olympiskur meistari í 1500 frí. Við síðuna av skipaðu tey í gjár fyri fyrstu árligu Tiburon Sprint Classic, sum er ein “dual exhibition” 50 yard kapping í 2-geila svimjihylinum á 25 yard í havanum hjá Bob Placak, har pláss er fyri einum 125 gestum. Ljóðar sum eitt lítið tiltak, men 1. virðisløn var altso $10.000, sum amerikanski Josh Schneider vann á heimsstjørnunum Nathan Adrian, Frederick Bousquet og øðrum. Ella sum SwimNews.com skrivar, umleið 1.8 milliónir dollarar í tíman.

Heading to San Francisco for the Tiburon Mile Swim. Freezing water, sharks and crazy elbow throwing open water swimmers…yep i’m in!less than a minute ago via Echofon

Continue reading Schneider vann Tiburon Sprint Classic og $10.000

‘Hour of Power’ = 60 x 25 firvald uttan at anda, starta 1:00

Amerikansku Scottsdale Masters gjøgnumførdu herfyri sína fimtu árligu ‘Hour of Power’ seriu, sum stutt sagt er 60 x 25 yards firvaldasvimjing uttan at anda, har starttíðin fyri hvørja endurtøku av 25 yards er 1 minuttur. Aftaná hvørja 10. endurtøku skuldu luttakararnir upp á skift upp á startskammilin at syngja ein skúla-slagsang, áðrenn tey byrjaðu næstu 25, og væl at merkja ein nýggjan sang hvørja ferð. Eftir øllum at døma var hetta so mikið stuttligt, at svimjararnir í heilum stríddust við oxygen-undirskot í teimum 25, av tí at tey høvdu flennt so nógv at teimum sum sungu. Men tó so ikki verri enn, at nøkur av teimum endaðu við at svimja síðstu 2 x 25 út-í-eitt, undir vatn. Lesið her á SwimmingWorld Magazine.

Mutandor ger plássið uttanfyri um til eina svimjihøll

Vit hava fyrr sæð belgisku Hydrofloors umgera stovuna til ein svimjihyl ella øvut, men nú bjóða niðurlendsku Extreme Exclusive B.V. við Mutandor® at gera ikki bara terrassuna um til ein svimjihyl, men eisini at lyfta eina heila høll upp rundan um hylin. Har eru møguleikar at velja at kunna svimja úti, inni, hálvum inni ella at hava høll uttan hyl til veitslur og líknandi. Og eg haldi at har fylgir ein fjarstýring við 🙂

Nýsæland sendi svimjara heim av Commonwealth vegna drukk

Nýsæland valdi í leypi av Commonwealth Games í India at senda svimjaran Daniel Bell heim “in disgrace”, av tí at hann hevði smakkað sær á. Hann hevði annars vunnið silvur í 100 rygg har í Delhi, men hevur eftir øllum at døma eina fortíð við alkoholnýtslu á stórum stevnum, har hann til dømis á OL í Beijing í 2008 varð avmyndaður avdottin á vesi, og á HM í Rom mátti innleggjast vegna alkohol-forgiftning. Tað var forrestin fyrrverandi danski landsliðsvenjarin Mark Regan sum hevði avgerandi orðið í Delhi, nú hann er høvuðslandsliðsvenjari fyri Nýsæland. Lesið her á stuff.co.nz.

Diana Nyad útsetur svimjingina frá Kuba til USA

Amerikanska Diana Nyad kunnger nú alment, at hon bíðar við metlongu havsvimjingini frá Kuba til USA, vegna veður og kølnandi sjógv, til einaferð á sumri 2011. Tað var væl eftirhondini væntandi, eftir at hon hevur bíðað í mánaðarvís eftir góðum veðri og loyvi frá myndugleikum. Lesið her á SwimmingWorld Magazine.

Chris Christensen bloggar um vitjan hjá Dale Oen

Danski bringusvimjarin Chris Christensen bloggar her á SwimNews.dk, um eina vitjan hjá honum uppi í Norra, har hann vandi saman við Alexander Dale Oen. Niðurstøðan er stutt sagt, at venjingin ikki er so nógv ørvísi hjá Dale Oen enn hjá Christensen, men at Alex tó allíkavæl onkunsvegna klárar at hála betri úrslit upp úr hattinum, tá ið tað kemur til avgerandi kappingar.

Så det væsentlige jeg har fået ud af mit ophold er nok at jeg har set at den internationale elite også er almindelige mennesker, at de laver stort set det samme som os andre og at skellet mellem at være en marginalsvømmer, og være med til at kæmpe med om medaljerne måske ikke er så stort som man skulle tro. Så bestemt ny gejst og gåpåmod herfra!

Innbjóðing til úttøkustevnu 23. – 24. okt. 2010

Svimjifelagið Ægir bjóðar í viðfestu innbjóðing til svimjikapping í Klaksvík, leygardagin 23. og 24. oktober 2010. Hendan stevna er síðsta freist at klára kravtíð til norðurlendsku juniormeistarastevnuna í Kastrup í desember, heimsmeistarastevnuna á stuttgeil í Dubai í desember, og til World Cup í Stockholm tann 6. – 7. november. Tilmeldingarnar skulu sendast til Rúna á harugaar [kurla] olivant.fo í seinasta lagi hósdagin hin 21. oktober kl 17.

Danir broyta aldursbólkarnar igen-igen

Danska svimjisambandið hevur nú avgjørt at broyta aldursbólkarnar aftur, sum tey broyttu herfyri, so at skipanin hjá juniorum og seniorum ikki verður broytt fyrr enn tann 1. januar 2011, meðan tey yngru skiftu nú við afturvirkandi kraft frá 1. september 2010. Hetta tí at tey hava fingið so harðar ábreiðslur frá svimjifeløgunum, um at teir núverandi elstu juniorarnir tá mistu junior-DM á stuttgeil í november. Lesið her á svoem.dk.
Continue reading Danir broyta aldursbólkarnar igen-igen

Árið í ár er tað týdningarmesta fyri OL 2012, sigur Sørensen

Lotte Friis og Rikke Møller Pedersen fóru herfyri á 3 vikur langa venjingarlegu í Kolombia, formliga sum fyrireiking til HM á stuttgeil í desember, men í veruliganum til at eftirkanna hvussu tað riggar hjá teimum at venja og búgva í 2600 metra hædd. “Denne sæson er den vigtigste i forhold til OL. Det er nu, man skal teste sine forandringer og lave sine træningsskift. Man skal træffe de store beslutninger i år”, sigur danski sportsjefurin Lars Sørensen, um hetta at senda genturnar hægri upp enn tey nakrantíð hava roynt fyrr. Lesið her á sporten.dk.