Lotte Friis og Rikke Møller Pedersen fóru herfyri á 3 vikur langa venjingarlegu í Kolombia, formliga sum fyrireiking til HM á stuttgeil í desember, men í veruliganum til at eftirkanna hvussu tað riggar hjá teimum at venja og búgva í 2600 metra hædd. “Denne sæson er den vigtigste i forhold til OL. Det er nu, man skal teste sine forandringer og lave sine træningsskift. Man skal træffe de store beslutninger i år”, sigur danski sportsjefurin Lars Sørensen, um hetta at senda genturnar hægri upp enn tey nakrantíð hava roynt fyrr. Lesið her á sporten.dk.
Danir minka um klorið í svimjihallum
Danska stjórnin hevur sambært dr.dk avgjørt at minka um markavirðið fyri mest loyvda klorinnihald í svimjihylum, til at umganga at brúkarar av svimjihallum fáa ovurviðkvæmi. Frá nýggjárinum av má ph-virðið ikki vera meira enn 6.8, har tað í dag er 7.3. Eyvind Vesselbo frá Venstre sigur um avgerðina: “Det er meget vigtigt, at vi får nedbragt det klorindhold. Der er mange mennesker, som bliver allergiske, når der er for meget klor i. Samtidig kan det ikke nytte noget, at man bruger kloret og putter mere og mere klor i for at rense bakterierne væk, når man har nogle andre metoder, man også kan gøre det med.”
Langir bíðilistar eftir at sleppa at læra at svimja í Danmark
Politiken skrivar her, at til dømis svimjifelagið GI40Hermes í Keypmannahavn hevur 307 børn á bíðilista, sum vilja sleppa í svimjiskúlan. Tey hava trý lið koyrandi í senn í níggju ymiskum hallum frá kl 15, og hava tó so slettis ikki pláss fyri øllum. Og tey gerast fleiri og fleiri sum leita til felagið, av tí at svimjiundirvísingin í skúlunum nógva staðni verður skorin burtur, samstundis sum foreldruni hava fingið fokus á vatnítrótt og týdningin av at kunna klára seg í vatni.
Continue reading Langir bíðilistar eftir at sleppa at læra at svimja í Danmark
Nú er vatn í hylinum í Dubai
Tey eru nú komin so mikið langt við svimjihylin til HM í Dubai í desember, at tey á einum hátíðarhaldi tann 10/10/10 offisielt kundu fylla hann við vatni. Høllin kostar sum ætlað einar 300 millliónir dollarar, 1.1 milliard dirhams ella umleið 1.6 milliardir krónur, og skal verða ein av bestu innandura svimjihallum í heiminum. Har er pláss fyri einum 15.000 áskoðarum og skiftirúm til 400 íðkarar, ein 50 metra kappingarhylur og ein annar 50 metra hylur har botnurin kann flytast upp og niður, ein kavingarhylur, landvenjingarhøli, styrkirúm, venjingarhyljar og so framvegis. Høllin varð eisini offisielt uppkallað eftir krúnprinsinum í Sameindu Arabisku Emiratinum, hansara kongaliga hátikn Sheikh Hamdan bin Mohammed bin Rashid Al Maktoum, til at eita “The Hamdan bin Mohammed bin Rashid Sports Complex”. Lesið t.d. her á Emirates 24/7 News, og sí myndir av høllini her og her.
Føroysku svimjararnir stóðu seg væl í Íslandi
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Ísland vann landsdystin ímóti Føroyum
Tað gjørdist ein rættiliga greiður sigur til íslendingar í ár, tá ið landsdystur var í Laugardalslaug svimjihøllini í Reykjavík, leygardagin, millum Føroyar og Ísland. 98 stig ímoti 80, har føroyingar í fjør vunnu við 101 stigum ímóti 79, men tó á ongan hátt so at føroyingar nú smokkaðu niður í millum. Magnus Jákupsson og Birita Debes settu føroysk met og juniormet í ávíkavist 50 firvald og 100 rygg, og Astrið Foldarskarð og Jón Hofgaard settu hartil juniormet í 50 firvald og 100 metra bringusvimjing.
Continue reading Føroysku svimjararnir stóðu seg væl í Íslandi
Og so bleiv vatnið grønt og gruggut
Tey vóru næstan komin á mál í Delhi, við mannatrekki á kømrunum, búksjúkum svimjarum og skríggjandi ‘apukattum’ á áskoðaraplássunum, tá ið vatnið her ikki ein tíma áðrenn síðsta finalupart gjørdist grønt og gruggut, uttan at fyriskipararnir kundu siga hví. Enska Ellen Gandy segði at hon sá ikki 2 metrar fram um nøsina, tá ið hon skuldi hita upp til at vinna bronsu í 200 metra firvald, og ‘performance director’ hennara Michael Scott segði at tað nyttaði einki at klaga, kappingin koyrdi bara áfram, hóast har var ein týðiligur munur á vatninum í kappingarhylinum og kavingarhylinum. Lesið her á SwimNews.com.
Jón Hofgaard 1:06.50 og juniormet í 100 bringu
Jón Hofgaard úr Suðuroyar Svimjifelag tók góð 2 sekund av síni bestu tíð í 100 bringu, tá ið hann á landsdystinum ímóti Íslandi í kvøld svam 1:06.50, har hann í september megnaði at svimja 1:08.53. Hetta er væl og virðiliga nýtt juniormet, har juniormetið hjá Páli Joensen frá november mánaða í 2008 var 1:07.20, og væl á veg til at taka føroyska metið hjá Páli eisini, á 1:05.50 frá Oyggjaleikum á Álandi í 2009.
Astrið Foldarskarð 29.61 og juniormet í 50 firvald
Astrið Foldarskarð úr FLOT legði hart út fyri Føroyar, tá ið hon í fyrstu kapping á landsdystinum svam 29.63 29.61 í 50 firvald, sum er nýtt føroyskt juniormet, har juniormetið hjá henni frá FM í mai mánaða var 30.05. Gott at koma undir 30, og eitt fitt petti nærri at føroyska metinum hjá Shailu millum Garðarnar á 29.11.
Hestoy roynir seg sum reportari
Jon Hestoy megnaði onkunsvegna at fáa fatur á mikrofonina hjá SportTV.is, og gjørdi so hesar samrøður beinleiðis úr Laugardalslaug svimjihøllini í Reykjavík. Offrini eru Birita Debes úr FLOT og Jón Hofgaard úr Suðuroyar Svimjifelag.
Íslendarar vunnu landsdystin ímóti Føroyum
Ísland vann landsdystin móti Føroyum í Reykjavík, við 98 stigum ímóti 80. Hetta varð sum væntað ein rættiliga greiður sigur til teirra, um enn ikki heilt so greiður sum tá ið vit í fjør vunnu við 101 stigum ímóti 79 (ið sostatt enn er landsdystarmet 🙂
Continue reading Íslendarar vunnu landsdystin ímóti Føroyum