Vit hava fyrr sæð belgisku Hydrofloors umgera stovuna til ein svimjihyl ella øvut, men nú bjóða niðurlendsku Extreme Exclusive B.V. við Mutandor® at gera ikki bara terrassuna um til ein svimjihyl, men eisini at lyfta eina heila høll upp rundan um hylin. Har eru møguleikar at velja at kunna svimja úti, inni, hálvum inni ella at hava høll uttan hyl til veitslur og líknandi. Og eg haldi at har fylgir ein fjarstýring við 🙂
Stóri spurningurin er, krevst byggiloyvi til hetta, ella kann man noyðast við onkrum fyribils ? 😉
Tann stóri trupulleikin er garanterað ikki byggiloyvið – tað hevur nakað við fólk at gera, og plagar at lag seg um verkætlanin er skilagóð , men at fáa allan handan mekanikkin at virkað í okkara norðatlantiska veðurlagið er meiri ivasamt.