Her eru úrslitini frá svimjistevnuni HS Open sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú fríggjakvøldið 2. og leygardagin 3. oktober 2026. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni HS Open sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú fríggjakvøldið 2. og leygardagin 3. oktober 2026. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify

Her er innbjóðing til svimjistevnuna HS Open sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú hin 2. og 3. oktober 2026.

Íðkaranevndin skipar aftur í ár fyri Galla veitslu!
Leygardagin 12. desember 2026 kl 19:00 bjóðar Íðkaranevndin í SSF til Galla veitslu í B36-húsinum – aftaná HS Jólasprint.

Annika Olsen nýtt forfólk og Óli Mortensen nýggjur nevndarlimur í Svimjisambandi Føroya
Tann 26. septembur var eykaaðalfundur í Svimjisambandi Føroya við eittans máli á skrá at velja nýtt forfólk.

Góðu limir í Svimjisambandi Føroya
Starvsnevndin í Svimjisamband Føroya kallar hervið inn til eykaaðalfund í Svimjisambandi Føroya, at verða 26. september 2026. Eykaaðalfundurin er lýstur at verða kl. 13:00, og verður fundurin í útgangstøði avgreiddur talgilt, soleiðis at allir limir hava møguleika at luttaka. Um limur mótmælir talgildum eykaaðalfundi verður eykaaðalfundurin í útgangsstøði hildin í ÍSF-húsinum, Eystara Bryggja 30, Tórshavn.

Her er úttøkuskipanin til HM á stuttgeil 2026 í Beijing í Kina hin 1. til 6. desember 2026, sum samtykt av starvsnevnd SSF

Her er úttøkuskipanin til NM/NJM 2026 í Vilnius í Litava hin 4. til 6. desember 2026, sum samtykt av starvsnevnd SSF

Dansk Råd for Genoplivning gevur í dag út tilmæli til hjartastartarar, nú meira enn 26.000 hjartastartarar eru settir upp í Danmark, uttan at national tilmæli finnast. Tøl frá Bornholm í 2022 benda á, at umleið fimti hvør hjartastartari ikki riggaði, tá ið tørvur var á honum, so hesi 10 boðini eru sikkurt verd at skimma ígjøgnum.

Her eru úrslitini frá EvropaMeistarastevnuni 2026 í París, Fraklandi. Føroysku svimjararnir megnaðu at seta 2 føroysk landsliðsmet, í harðari kapping har m.a. 3 heimsmet vórðu sett, umframt 8 evropamet og 32 stevnumet.

Í morgin ári byrjar svimjistevnan á EM 2026, við luttøku av eisini fýra føroyskum svimjarum. Startlistarnir síggjast her á omegatiming.com, har vit m.a. síggja, at teir í morgin skulu royna seg í 4×200 metra frísvimjing, kl 11:35 franska tíð.
