Dale Oen fær nú ein skammil sum teir í Klaksvík

DSC00386NRK Sport skrivar her at olympiski silvurvinnarin og evropameistarin í 100 metra bringusvimjing Alexander Dale Oen nú sjálvur arbeiðir fyri at fáa ein OMEGA OSB11 startskammil settan upp í Sentralbadet í Bergen, so at hann kann venja startirnar betri.

“Det er i starten jeg kan hente inn mest på kortest mulig tid. For oss gjelder det ikke å være på nivå med de andre, men bedre enn de andre. Vi må jobbe med de små tingene, så sitter de på plass til slutt”, sigur Dale Oen, og heldur áfram, “Det er på grunn av det som skjedde på 50 meter bryst i sommer og jeg vil ha mest mulig lik startfase som jeg har i konkurranse. Derfor valgte jeg å kjøpe den”
Continue reading Dale Oen fær nú ein skammil sum teir í Klaksvík

Pál ein av favorittunum til heiðursmerki í Berlin

Startlistarnir til World Cup í Berlin liggja nú her á www.fina-arena-worldcup.de, við føroyskari luttøku í kraft av Páli Joensen. Styrkismetingin er góð, at Pál hevur greitt best tilmeldingartíð í 1500 frí, umframt triðbestu í 400 frí, aftanfyri týska heimsmeistaranum Paul Biedermann og russiska Mikhail Polishchuk. Týskarar nevna eisini Pál sum ein av favorittunum, tá ið teir á heimasíðuni hjá Der Deutsche Olympische Sportbund viðgera møguleikarnar hjá Paul Biedermann at vinna 400 frí.

“Den Triumph über 400 Meter wollen ihm der EM-Zweite über 1500 Meter Pal Joensen (Faroer Inseln) und der Russe Mikhail Polishchuk (Weltcup-Zweiter in Singapur und Peking) streitig machen.”

Seinasta útkall til tríggjar avbjóðingar

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Nú leygardagin og sunnudagin verður stór svimjistevna í Klaksvík, har avgerðin fellur um hvør sum sleppur við á landsliðini til World Cup í Stokkhólm í november, NJM í Kastrup í desember og HM í Dubai í desember.

DSC00751
Continue reading Seinasta útkall til tríggjar avbjóðingar

Marshall filmaði sínar kappingar á World Cup í Beijing

Amerikanski ryggsvimjarin Peter Marshall valdi á World Cup stevnuni í Beijing herfyri at filma sínar kappingar sjálvur (!), við einum GoPro action-kamera. Snøgt sagt ein einastandandi møguleiki hjá okkum øðrum at sleppa at vera har í ‘last call room’ og á kantinum, har stongt annars er fyri øllum uttan teimum sum hava røttu akkreditatión.

Her svimur hann 100 rygg …

Beijing Race from Peter Marshall on Vimeo.

Continue reading Marshall filmaði sínar kappingar á World Cup í Beijing

Danir broyta DMK aftur til skipanina áðrenn broytingarnar

Danska svimjisambandið broytir nú donsku meistarastevnuna á stuttgeil, til soleiðis sum hon var áðrenn tey her í fyrr heyst vildu broyta hana. Burtur eru ætlanirnar um at hava junior- og seniorfinalur um kvøldið, til í staðin at hava (sum vælsagtans fyrr) A- og B- finalur á 50, 100 og 200 metra teinunum sum bæði juniorar og seniorar kunnu kvalifisera seg til. Juniorkappingin verður avgreidd um morgunin, og burtur eru eisini ætlanirnar um at hava liðsvimjing fyri juniorar. Lesið her á SwimNews.dk.

Forsetin í Georgia svam 3.5 km sum átak fyri ferðavinnuna

Georgiski forsetin Mihheil Saakashvili svam í gjár 3.5 kilometrar í Svartahavinum, til at stimbra ferðavinnuna í Adjara landspartinum í Georgia. “Vatnið er super!”, segði Saakashvili, og spældi síðani eitt sindur vatnpolo við borgarstjóran í Tbilisi og georgiska ráðharran í ítróttarmálum. AFP skrivar her at tað møguliga var eisini eitt prik til russiska forsetan Vladimir Putin, sum í fjør varð sæddur svimja firvald í eini á í Sibiria, at Saakashvili fyrst svam umleið svimjiteinin til ein “ironman” í triathlon, og síðani viðmerkti at ‘hetta er ein av orsøkunum til at hersetingarvaldið hyggur við øvundsjúku at okkara landi, og ynskir at taka tað’. Russland og Georgia kríggjaðust í 2008, og Russland hevur enn túsundavís av hermonnum í tveimum nú fyrrverandi landaøkjum hjá Georgia.

Bousquet 2 mánaðar karantenu fyri doping

Franska sprintstjørnan Frédéric Bousquet hevur sambært Eurosport.se fingið 2 mánaðar karantenu fyri doping við evninum heptaminol. Bousquet sigur sjálvur, at hann hevur fingið evnið í sær vegna onkran heilivág ímóti hemorridum, sum hann keypti á apoteki uttan at kanna innihaldsyvirlitið nóg væl. Hann varð testaður positiv einaferð í juni mánaða, tá ið hann ikki kappaðist vegna sjúku, og hevur nú fingið bann frá allari svimjing frá 20. september til 20. november. Bousquet sigur sambært L’Equpe sjálvur um hendingina, at ‘har eru ongar linnandi umstøður, eg havi uppborið bannið’.

DSC_0351

Ein Alshammar promo video

Fín lítil video frá Team Arena, um svensku Therese Alshammar. Alshammar hevur forrestin klárað seg so mikið væl á fyrstu World Cup stevnunum í heyst, í Rio de Janeiro, Beijing og Singapore, at hon nú greitt førir samlaðu kappingina um 100.000 dollarar, við 55 stigum ímóti 30 hjá amerikansku Juliu Smit og 26 hjá hálendsku Hinkelien Schreuder. Umframt at hava longu vunnið eina rúgvu í einstøku kappingunum.

Svimjing er sunt fyri børn við astma

Ein nýggj sponsk/bretsk kanning staðfestir tað sum vit í fyri nøkrum árum síðani øll vistu onkunsvegna, at tað er faktiskt er sunt fyri børn við astma at svimja, eisini hóast tað er í klorvatni. Tey kannaðu 5738 børn frá tí at tey vóru fødd, og sóu at tað var serliga gott fyri børn við astma at byrja at svimja, við tað at tey fingu betri lungu, og færri astmasymptom.

Ella sum Asthma UK orðar tað:

‘This large, well-designed study therefore suggests that swimming regularly in chlorinated pools does not cause asthma in children, but can in fact improve their lung health.’

Continue reading Svimjing er sunt fyri børn við astma