Av tí at Kári J. á Høvdanum hevur valt at leggja forfólkasessin frá sær og samstundis fara úr starvsnevndini, so hevur starvsnevndin fyribils skipað seg av nýggjum.

Av tí at Kári J. á Høvdanum hevur valt at leggja forfólkasessin frá sær og samstundis fara úr starvsnevndini, so hevur starvsnevndin fyribils skipað seg av nýggjum.

Svimjisamband Føroya skipar hin 30. og 31. mai fyri dómaraskeiði í Svimjihøllini í Gundadali, sum alt eftir undirtøku er annaðhvørt tvær ferðir sama éindags-grundskeið til tíðtakara og vendidómara, ella fyrsta dag grundskeið og síðani møgulig víðariútbúgving næsta dag.

Altjóða olympiska nevndin kunngjørdi í gjárkvøldið, at tey ikki longur viðmæla avmarking av luttøku hjá hvítarussum í ítrótti.
The International Olympic Committee (IOC) Executive Board (EB) no longer recommends any restrictions on the participation of Belarusian athletes, including teams, in competitions governed by International Federations (IFs) and international sports event organisers.
Svimjisamband Føroya hevði hin 7. mars 2026 sín árliga aðalfund, í ÍSF-húsinum á Eystaru Bryggju í Havn. Á skránni var útyvir forfólkafrágreiðing og framløga av roknskapinum, serliga val av nýggjum forfólki, har Kári J. á Høvdanum varð valdur til nýtt forfólk.

Svimjisamband Føroya skipaði í gjár fyri forfólkafundi í ÍSF-húsinum í Havn, har starvsnevnd SSF og forfólk og nevndarlimir úr limafeløgum SSF møttust til kunning og umrøða um framtíðarætlanir SSF, umframt onnur innanhýsis viðurskifti.
Sí dagførdu virksemis- og landsliðsætlan her á heimasíðu SSF

Starvsnevnd SSF samtykti í gjárkvøldið at góðkenna umsókn frá Svimjifelagnum Neptun í Runavík, um limaskap í Svimjisambandi Føroya.
Vit eru sostatt nú 8 virkin feløg í SSF. Vælkomin Neptun !

Val var nú uppundir jól til íðkaranevnd SSF, har forfólkið Signhild Rannváardóttir stóð fyri vali, umframt at pláss var fyri einum nevndarlimi afturat teimum fýra íroknað Signhild. Úrslitið varð at Signhild Rannváardóttir var afturvald og Bjørg Ólavsdóttir vald afturat henni, og hevur nýggja íðkaranevndin á fundi í kvøld skipað seg soleiðis:

Frá Íðkaranevnd SSF:
So bleiv tað 16. desember, og valið í Íðkaranevndini byrjar í dag, og endar sum kunnugt 23. desember 23:59.

Niðanfyri er leinkjan har atkvøtt verður. Vinarliga sendið tit leinkjuna víðari til viðkomandi svimjarar.
Stk 1: Valrætt hava tey ítróttarfólk, sum eru fylt 15 ár, og valbæri tey ítróttarfólk sum eru fylt 18 ár, ið hava umboðað teirra felag á føroyskari meistarastevnu undir SSF í seinasta lagi átta ár undan uppstilling til val í nevndina.
Continue reading Leinkja at atkvøða til val í ÍðkaranevndiniGóðu svimjifeløg í Føroyum,
Vit vilja aftur í ár bjóða tykkum á Galla veitslu., sum verður hildin leygarkvøldið 15. november kl. 18. Vit fingu góðar afturmeldingar í fjør, og halda sjálvi tað eydnaðist orduliga væl – tí vóna vit, at vit aftur í ár kunnu fáa eitt stuttligt og hugnaligt kvøld saman.

Svimjisamband Føroya skipaði nú leygardagin 20. september fyri forfólkafundi, har umboð fyri feløgini og SSF umrøddu ymisk felags viðurskifti. Tað varð ein góður dagur frá 10 til 16, við áhugaverdum innsløgum og góðum kjaki.
Skráin var í høvuðsheitum
Forfólkafundirnir eru nú vanliga í september og januar, um ikki okkurt serligt er áfatt.





