Danir broyta aldursbólkarnar igen-igen

Danska svimjisambandið hevur nú avgjørt at broyta aldursbólkarnar aftur, sum tey broyttu herfyri, so at skipanin hjá juniorum og seniorum ikki verður broytt fyrr enn tann 1. januar 2011, meðan tey yngru skiftu nú við afturvirkandi kraft frá 1. september 2010. Hetta tí at tey hava fingið so harðar ábreiðslur frá svimjifeløgunum, um at teir núverandi elstu juniorarnir tá mistu junior-DM á stuttgeil í november. Lesið her á svoem.dk.

Ætlanin er altso enn at broyta skipanina, so at svimjarar framyvir skifta aldursbólk per 1. september, heldur enn per 1. januar. Hvør aldursbólkur telur tveir árgangir, og praktiski trupulleikin er tí at skipa venjingarbólkar sum venja ‘svimjiárið’ frá summarferiu til summarferiu í sama hópi, samstundis sum tey elstu í hvørjum árgangi skifta aldursbólk á nýggjárinum.

Um eg skilji støðuna nú rætt, so hava teir yngru aldursbólkarnir “Gruppe 1, 2 og 3” altso longu skift til at skifta aldursbólk per 1. september 2010, meðan juniorar og seniorar fyribils bíða við at broyta skipanina til tann 1. januar 2011, fyri so framyvir at skifta sum tey yngru per 1. september. Hervið sleppa gentur árgang 1994 og dreingir 1992 at luttaka á junior-DM á stuttgeil í november, sum elsti árgangir í juniorbólkunum, fyri so at skifta til seniorbólkin á nýggjárinum, og so aftur eitt hakk upp í seniorbólkin tann 1. september 2011.

Hinvegin skilji eg ikki, hvussu hetta kann vera annað enn at flyta trupulleikan yvir á gentur árgang 1995 og dreingir árgang 1993, tá ið vit koma til junior-DM á stuttgeil í 2011. Tí tey eru væl hervið yngri árgangurin í juniorbólkinum á junior-DM á stuttgeil í ár, fyri so í 2011 at hava skift longu tann 1. september 2011, soleiðis at tey ongantíð sjálvi sleppa at vera elsti árgangur til junior-DM á stuttgeil.

Men kanska tað er nóg mikið fyri tey, at tey fáa tað at vita longu nú, heldur enn sum teir eldru juniorarnir nú at fáa tað at vita heilt stutt upp undir junior-DM.

Har er forrestin eisini okkurt við at gentur árgang 1996 og dreingir árgang 1994 kunnu luttaka sum juniorar á junior-DM, “såfremt de har opnået kravtiden for juniorer”, men tó ikki á regional-aldursbólkastevnunum, har tey annars eftir gomlu skipanini høvdu verið elsti árgangur í heyst. Hesir báðir árgangir mangla púrasta í aldursbólkayvirlitinum fyri restina av 2010, so tey mugu sigast at vera veruliga smokkað niður í millum, her tey verða ‘lumpað’ fyri meistarastevnu har tey annars høvdu verið elst, afturfyri at sleppa at kappast ímóti 1 og 2 ára eldri svimjarum á junior-DM, um altso tey klára kravtíðina har.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.