Svimjarar fingu bæði Dengue-fepur og tyfus í Delhi

Swimming Canada avdúkar nú offisiel, at Annamay Peirse sum hevur heimsmet í 200 bringu fekk dengu-fepur í leypi av Commonwealth Games í Delhi, og at ein annar svimjari fekk tyfus. Pierse stríðist enn við fepuri og tilhoyrandi symptomum, íroknað vaml, møði og pínu í beinum og liðum. Hetta hava vit eisini kunna lisið millum reglurnar hjá Pierse sjálvari á Twitter í eina tíð. Lesið her á SwimNews.com

Are you kidding…. Dengue really??? Why am I so lucky when it comes to getting sick?less than a minute ago via Twitter for BlackBerry®

Avstraliarar blakaðu eina vaskimasku út av 8. hædd í Delhi

Enn ein gøla kemur undan kavi úr Delhi, nú the Guardian skrivar um hvussu avstralskir íðkarar í leypi av endahátíðini á Commonwealth Games valdu at blaka eina vaskimaskinu út av 8. hædd har teir búðu. Ovasti stjórin fyri avstralska ferðaliðnum váttar at hendingin fór fram, og gev nú endiliga gætur at hetta ikki nýtist at hava nakað við avstralsku svimjararnar at gera. Starvsfólk á staðnum klagaðu eisini um at teir (tey?) sungu speirekandi sangir um indiska cricket-spælaran Sachin Tendulkar, sum kundi bent á at talan var um bólthøvd heldur enn klorfiskar.

Nýsæland sendi svimjara heim av Commonwealth vegna drukk

Nýsæland valdi í leypi av Commonwealth Games í India at senda svimjaran Daniel Bell heim “in disgrace”, av tí at hann hevði smakkað sær á. Hann hevði annars vunnið silvur í 100 rygg har í Delhi, men hevur eftir øllum at døma eina fortíð við alkoholnýtslu á stórum stevnum, har hann til dømis á OL í Beijing í 2008 varð avmyndaður avdottin á vesi, og á HM í Rom mátti innleggjast vegna alkohol-forgiftning. Tað var forrestin fyrrverandi danski landsliðsvenjarin Mark Regan sum hevði avgerandi orðið í Delhi, nú hann er høvuðslandsliðsvenjari fyri Nýsæland. Lesið her á stuff.co.nz.

Og so bleiv vatnið grønt og gruggut

Tey vóru næstan komin á mál í Delhi, við mannatrekki á kømrunum, búksjúkum svimjarum og skríggjandi ‘apukattum’ á áskoðaraplássunum, tá ið vatnið her ikki ein tíma áðrenn síðsta finalupart gjørdist grønt og gruggut, uttan at fyriskipararnir kundu siga hví. Enska Ellen Gandy segði at hon sá ikki 2 metrar fram um nøsina, tá ið hon skuldi hita upp til at vinna bronsu í 200 metra firvald, og ‘performance director’ hennara Michael Scott segði at tað nyttaði einki at klaga, kappingin koyrdi bara áfram, hóast har var ein týðiligur munur á vatninum í kappingarhylinum og kavingarhylinum. Lesið her á SwimNews.com.

Huegill vann 100 firvald í Delhi

Avstralski Geoff Huegill megnaði í dag at vinna 100 metra firvald á Commonwealth Games í Delhi, við næstbestu tíð í heiminum í ár. Hann er veruliga ein ‘comeback king’, við tað at hann er árgang 1979, ið eisini vann hesa grein á Commonwealth í 1998 og 2002, umframt HM gull á stuttgeil í 2002, men sum so gavst og tók so mikið nógv uppá, at hann skuldi tapa heili 45 kilo til at koma í form aftur. Les SwimNews.com
Continue reading Huegill vann 100 firvald í Delhi

Hvar eru mennirnir, spyr Mark Foster

Áhugaverd grein her á bbc.co.uk, har fyrrverandi heimsmeistarin Mark Foster saknar menn millum bretsku svimjistjørnurnar. Hóast tey hava minst 8 kvinnuligar heimsklassasvimjarar, so kann hann ikki finna nakran annan enn ryggsvimjaran Liam Tancock, tá ið tað kemur til bretskar menn, sum tekur og kann taka gull á EM og HM.
Continue reading Hvar eru mennirnir, spyr Mark Foster

Vesini tipt og skvett í hylinum í Delhi

Team England hevur biðið fyriskipararnari um at kanna vatngóðskuna í uttandura kappingarhylinum í Delhi, tí tey stúra fyri at svimjararnir kunnu vera búksjúkur vegna fuglaskvett frá teimum nógvu fuglunum runt hylin. Enska Francesca Halsall stetlaði “as if on high heels” til innleiðandi 50 frí, eftir at hava verið so mikið búksjúk um náttina, at hon ikki orkaði í hylin fyrr enn ein hálvan tíma áðrenn hon skuldi svimja. Har var nú einki rennandi vatn á vesinum við kappingarhylin, og ‘veteran coach’ Dave Haller stúrsaði tí við, tá ið hann fangaði seg sjálvan í at spyrja Thomas Haffield: “have you managed to go to the toilet this morning”: “In 44 years of coaching, I can’t recall ever having to ask a swimmer if they’d been to the loo. It was like I was talking to a 12-year-old.” Lesið her og her á SwimNews.com.

Oh and ps the toilets at the pool don’t flush! It smells AMAZING!! just saying :sless than a minute ago via web

Continue reading Vesini tipt og skvett í hylinum í Delhi

Nú hava Commonwealth svimjararnir ‘Delhi Belly’

SwimNews.com skrivar at Rebecca Adlington og onnur stríðast við ‘Delhi Belly’, sum í flestu førum er bara ein mild búksjúka, sum kann haldast niðri við heilivági. Men SwimmingWorld veit at siga, at avstralski langteinarin Robert Hurley er so mikið illa raktur av búksjúkuni og møði, at hann hevur trekt seg fullkomiliga frá Commonwealth Games. Ryan Napoleon er eisini sjúkur, um enn hann enn svimur so mikið væl, at hann gjørdist nr 2 í 400 frí, aftanfyri Robert Cochrane. Og so er eisini ein ávísur vandi fyri denguefepur, við tað at mýggjabita-sesongin er í hæddini.


Continue reading Nú hava Commonwealth svimjararnir ‘Delhi Belly’

Nú tweet’a tey úr Delhi

Svimjistjørnurnar byrja at flokkast í Delhi, og fyrstu ‘tweet’ eru tí at síggja á Twitter. Eamon Sullivan sigur at íbúðirnar eru “… Well, livable!“, meðan Marieke Guehrer skrivar “Apartments bit unfinished but air con works as does internet“. Ashley Delaney skrivar “all in all the village is not that bad, havent found any snakes in my room yet though!“. Og Cameron van der Burg skemtar “excited to see the village! Got my flute on hand to tame any snakes 😉“. Á Herald Sun sæst ein mynd her har Eamon Sullivan sær út til at hugna sær, við fryntligum indiskum maskinbyrsum í bakgrundini.

Nú fara tey vist nokk allíkavæl øll til Delhi

SwimNews.com skrivaði í gjár at Stephan Widmer landsliðsvenjari hjá Avstralia hevði latið tað verða upp til einstaka svimjara at avgera, um teir vildu við til Delhi. Heimsmeistarin í bringusvimjing Christian Sprenger ivaðist sjálvur, men vónaði at tey flestu fóru við flúgvaranum í dag, um ikki annað til at kunna standa saman. Men tað er enn eitt rættiliga kaotiskt, har avstralsku myndugleikarnir so seint sum í morgun senda út nýggja ávaring um terror kann henda í Delhi nær tað skal vera, meðan indisku myndugleikararnir senda inn apur til at ræða apur burtur, sum er ein reellur trupulleiki við tað at sjálvur borgmeistarin í Delhi í 2007 varð dripin av apum, og við tað at onkur hevur funnið slangu á hotellinum hjá íðkarunum.