Svimjifelagið Neptun skipaði í dag fyri svimjing um Skálafjørðin, frá Skála til Søldarfjarðar. Tríggir luttakarar komu á mál, harav vinnarin var Jens Mortan Rasmussen við tíðini 18 minuttir og 58.5 sekund um teir umleið 1100 metrarnar.

Svimjifelagið Neptun skipaði í dag fyri svimjing um Skálafjørðin, frá Skála til Søldarfjarðar. Tríggir luttakarar komu á mál, harav vinnarin var Jens Mortan Rasmussen við tíðini 18 minuttir og 58.5 sekund um teir umleið 1100 metrarnar.

Tey hava havt stórar avbjóðingar við at fáa avgreitt fyrstu kappingar á HM í Open Water 2025, sum eru í Singapore í hesum døgum. Fyrst máttu kappingarnar á 10 km útsetast vegna dálkað vatn – og nú tær endaðu við at vera seinnapart, so var so heitt at nógv máttu gevast. Kappast verður víðari í øðrum greinum, hesar næstu dagarnar.
Jonna Joensen (2005, Ægir) megnaði í dag at svimja seg til flott bronsuheiðursmerki á donsku meistarastevnuni í Open Water 2025, tá ið hon í kappingini í 5 km svam seg til úrslitið 1:17.21. Sí úrslitalistan her

Danir skipa í dag fyri donsku meistarastevnuni í Open Water 2025, við luttøku av í øllum einum føroyskum svimjara. Jonna Joensen (2005, Ægir) hevur fráboðað luttøku í ‘premasters’-bólkinum á 5km teininum, sí luttakaralistan her.
Kappast verður framvið ‘Honnørkajen’ í Aalborg nær Límfjørðsbrúnni, frá kl 15 danska tíð sum er frá kl 14 her í Føroyum. Sjóhitin í Aalborg sær út til at verða undir 18 hitastig í dag, har tey hava áseting um at undir 19 hitastig krevur vátdrakt.

EM í Open Water var í Stari Grad á oynni Hvar í Kroatia nú hin 28. til 31. juni 2025, við eisini føroyskari luttøku. Tað gekk sera væl, nú okkara fingu úrslit í øllum teimum kappingum sum tey luttóku í, hóast at vera klárt í yngra endanum, og hóast at vit eru rættiliga óroynd í hesum.
Her eru nakrar myndir sum myndafólk hjá evropeiska svimjisambandinum hava tikið, frá stevnuni. Úrslitini síggjast her hjá European Aquatics







Images courtesy of European Aquatics / Antonella Mannara
Her er video frá liðsvimjingini, har man viðhvørt sær føroyingarnar
Evropeiska svimjisambandið skipar hin 28. til 31. mai 2025 fyri EM í Open Water í Stari Grad á oynni Hvar í Kroatia, eftir ætlan við eisini luttøku av føroyskum svimjarum. Nú finst kunningarfaldarin her á heimasíðuni hjá European Aquatics

Her er úttøkuskipanin til EM í Open Water 2025, sum verður í Stari Grad á oynni Hvar í Kroatia hin 28. til 31. mai 2025.

Ægir skipaði í gjár fyri svimjing um vánna í Klaksvík, sum partur av Sjómannadegnum 2023. Tilsamans vóru tey 10 sum svumu um Vánna, hesuferð, harav Jonna Joensen og Heini M. Askham vunnu hvør sína fína snildtelefon.

FYRI TÓLVTU FERÐ – GEVIÐ GÆTUR, AT TILMELDINGARFREISTIN ER Í DAG
Tilmelding
Tilmelding til svimjingina á ólavsøku fer fram í seinasta lagi 26. juli við at flyta kr. 250,- á kontu hjá Havnar Svimjifelag 9181-374.480.0. Viðmerk NAVN á svimjara og FØÐIÁR. Vit skulu brúka føðiárið til at bólkabýta úrslitið.
Continue reading Ólavsøkusvimjing 28. juli 2022 aftaná kappróðurinHer eru úrslitini frá svimjingini tvørtur um Skálafjørð í gjár, leygardagin hin 30. apríl 2022, sum Svimjifelagið FLOT og Runavíkar kommuna skipaðu fyri. Teinurin var frá Akkersvík á Skála til pierin á Skipanesi, sum var 1.2-1.3 km at svimja. Tilsamans vóru tey 23 sum løgdu til brots, og øll sum gjøgnumførdu teinin.
