Her eru úrslitalistarnir frá svimjustevnuni fyri Masters, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin hin 1. apríl 2017.

Continue reading Úrslit frá HS-stevnuni fyri Masters 1. apríl 2017
Her eru úrslitalistarnir frá svimjustevnuni fyri Masters, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin hin 1. apríl 2017.

Continue reading Úrslit frá HS-stevnuni fyri Masters 1. apríl 2017
So er síðstu innleiðandi riðlar svomnir á Danish Open 2017, og vit kunnu staðfesta at føroyingar gjørdu vart við seg allar fimm dagarnar. Róland Toftum svam seg til føroyskt met, gullnál og A-finalu í 50 bringu, og Signhild Joensen svam seg til føroyskt met, HM-kravtíð og A-finalu í 200 rygg.
Continue reading Og føroyingar í finalu eisini fimta dag á Danish Open 2017
Signhild Joensen setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2017 svam teinin uppá 2:15.69. Ein betring á heili 2,42 sekund, í mun til metini hjá Sáru R. Nysted á 2:18.11 frá Reykjavík International í 2016, og á 3,92 sekund í mun til bestu tíð hjá Signhild sjálvari fra Danish Open í fjør. Signhild svimur fyri Ægir í Klaksvík.
Continue reading Signhild 2:15.69, HM-kravtíð og stórt nýtt føroyskt met í 200 rygg
Róland Toftum setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2017 svam teinin uppá 29,50 sekund. Hann átti sjálvur føroyska metið á 29,81 sekund, frá Danish Open í fjør. Róland svimur fyri Suðuroyar Svimjifelag.

Continue reading Róland 29.50 og føroyskt met og gullnál í 50 bringu
Signhild Joensen setti stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra ryggsvimjing á langeil, Róland Toftum stórt nýtt føroyskt met í 100 metra bringusvimjing á langgeil, og Óli Mortensen vann gull í 1500 frí.
Continue reading Met, met og gull til føroyingar, 4. dag á Danish Open 2017
Signhild Joensen setti nú fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið hon í A-finaluni á Danish Open 2017 svam teinin uppá 29,59 sekund. Hon átti sjálv metini á 29.98 frá innleiðandi riðlunum í morgun.
Tey eru nú komin til næstseinasta dag á Danish Open 2017, og hava føroyingar nú rokkið finalu allar fýra dagarnar. Signhild Joensen setti føroyskt met og juniormet í 50 rygg, og Róland Toftum føroyskt met í 100 bringu, umframt at bæði komu í finalu seinnapartin. Continue reading Føroyingar í finalu eisini 4. dag á Danish Open 2017
Signhild Joensen setti í morgun stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið hon á Danish Open 2017 svam teinin uppá 29,98 sekund. Hon átti sjálv metini á 30,07 sekund, og er hon sostatt eisini fyrsta føroyska kvinna nakrantíð undir 30 sekund í 50 rygg á langgeil. Signhild svimur fyri Ægir.

Róland Toftum setti í morgun nýtt føroyskt met í 100 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2017 svam teinin við tíðini 1:06.24. Pál Joensen átti metið á 1:06.40, frá Bergen Swim Festival í 2015. Róland svimur fyri Suðuroyar Svimjifelag.

Continue reading Róland 1:06.24 og føroyskt met í 100 bringu