Signhild Joensen setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2017 svam teinin uppá 2:15.69. Ein betring á heili 2,42 sekund, í mun til metini hjá Sáru R. Nysted á 2:18.11 frá Reykjavík International í 2016, og á 3,92 sekund í mun til bestu tíð hjá Signhild sjálvari fra Danish Open í fjør. Signhild svimur fyri Ægir í Klaksvík.
Tíðin hjá Signhild var klárt besta tíð av øllum teimum 29 sum royndu seg í innleiðandi riðlunum í morgun, og millum annað 2,11 sekund frammanfyri tíðini hjá danska OL-luttakaranum Mie Ø. Nielsen.
Nú hava fleiri av teimum vælsagtans svomið ‘kontrollerað’ í morgun, við tað at teirra tilmeldingartíðir eru væl skjótari – men tíðin hjá Signhild gjørdi so í øllum førum tað, at hon flutti seg frá á pappírinum B-finalu, til at nú hoyra til í A-finaluni.
Og so er tíðin hartil væl undir kravtíðina á 2:16.13 til HM í Budapest í summar, sum merkir at tey nú eru trý úr Føroyum sum eru kvalifiserað til ta stevnuna. Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag og Signhild Joensen úr Ægir, umframt Pál Joensen sum tó mest sannlíkt ikki fer at luttaka í Budapest.