Óli 15:46.01 og nr 6 í 1500 á Swim Open Stockholm 2017

Óli Mortensen megnaði at flyta seg eitt pláss fram í mun til styrkislistan frammanundan, tá ið 1500 frí varð avgreitt á Swim Open Stockholm 2017. Tíðin 15:46.01 er ein klassatíð, um enn eitt lítið sindur spakuligari enn hansara tíð á 15:45.66 á Danish Open í síðstu viku.

Óli í finalu eisini 2. dag á Swim Open Stockholm 2017

Tey eru nú komin til 2. dag av teimum 4 á Swim Open Stockholm 2017, og tað er enn líka hart hjá føroyingum at svimja seg til pláss í finalunum. Men, Óli Mortensen er við tilmeldingartíð 15:46.80 í skjótasta riðli í 1500 frí, við 7. bestu tíð av øllum. Continue reading Óli í finalu eisini 2. dag á Swim Open Stockholm 2017

Met og heiðursmerki á Danish Open 2017

Føroyskir svimjarar settu tilsamans 10 føroysk met og 6 føroysk juniormet á Danish Open 2017, umframt at vinna tilsamans 3 gullheiðursmerki og 1 úr silvuri. Hartil vórðu nøkur heiðursmerki afturat vunnin av donskum svimjarum av føroyskari ætt. Continue reading Met og heiðursmerki á Danish Open 2017

Met og heiðursmerki eisini fimta kvøld á Danish Open 2017

Danish Open 2017 er nú farið afturum, og kunnu vit staðfesta at føroyingar stóðu seg avbera væl á hesi stevnu, eisini hóast hon var avgerandi fyri eini rúgvu av úttøku hjá dønum. Hetta fimta kvøldið settu Róland og Signhild aftur met, umframt at Signhild vann gull í 200 rygg. Continue reading Met og heiðursmerki eisini fimta kvøld á Danish Open 2017

Og føroyingar í finalu eisini fimta dag á Danish Open 2017

So er síðstu innleiðandi riðlar svomnir á Danish Open 2017, og vit kunnu staðfesta at føroyingar gjørdu vart við seg allar fimm dagarnar. Róland Toftum svam seg til føroyskt met, gullnál og A-finalu í 50 bringu, og Signhild Joensen svam seg til føroyskt met, HM-kravtíð og A-finalu í 200 rygg.

Continue reading Og føroyingar í finalu eisini fimta dag á Danish Open 2017

Signhild 2:15.69, HM-kravtíð og stórt nýtt føroyskt met í 200 rygg

Signhild Joensen setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2017 svam teinin uppá 2:15.69. Ein betring á heili 2,42 sekund, í mun til metini hjá Sáru R. Nysted á 2:18.11 frá Reykjavík International í 2016, og á 3,92 sekund í mun til bestu tíð hjá Signhild sjálvari fra Danish Open í fjør. Signhild svimur fyri Ægir í Klaksvík.

Continue reading Signhild 2:15.69, HM-kravtíð og stórt nýtt føroyskt met í 200 rygg

Róland 29.50 og føroyskt met og gullnál í 50 bringu

Róland Toftum setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2017 svam teinin uppá 29,50 sekund. Hann átti sjálvur føroyska metið á 29,81 sekund, frá Danish Open í fjør. Róland svimur fyri Suðuroyar Svimjifelag.

Continue reading Róland 29.50 og føroyskt met og gullnál í 50 bringu

Met, met og gull til føroyingar, 4. dag á Danish Open 2017

Signhild Joensen setti stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra ryggsvimjing á langeil, Róland Toftum stórt nýtt føroyskt met í 100 metra bringusvimjing á langgeil, og Óli Mortensen vann gull í 1500 frí.

Continue reading Met, met og gull til føroyingar, 4. dag á Danish Open 2017

Føroyingar í finalu eisini 4. dag á Danish Open 2017

Tey eru nú komin til næstseinasta dag á Danish Open 2017, og hava føroyingar nú rokkið finalu allar fýra dagarnar. Signhild Joensen setti føroyskt met og juniormet í 50 rygg, og Róland Toftum føroyskt met í 100 bringu, umframt at bæði komu í finalu seinnapartin. Continue reading Føroyingar í finalu eisini 4. dag á Danish Open 2017

Signhild 29.98 og føroyskt met í 50 rygg

Signhild Joensen setti í morgun stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið hon á Danish Open 2017 svam teinin uppá 29,98 sekund. Hon átti sjálv metini á 30,07 sekund, og er hon sostatt eisini fyrsta føroyska kvinna nakrantíð undir 30 sekund í 50 rygg á langgeil. Signhild svimur fyri Ægir.

Continue reading Signhild 29.98 og føroyskt met í 50 rygg