Óli 15:46.01 og nr 6 í 1500 á Swim Open Stockholm 2017

Óli Mortensen megnaði at flyta seg eitt pláss fram í mun til styrkislistan frammanundan, tá ið 1500 frí varð avgreitt á Swim Open Stockholm 2017. Tíðin 15:46.01 er ein klassatíð, um enn eitt lítið sindur spakuligari enn hansara tíð á 15:45.66 á Danish Open í síðstu viku.

Óli í finalu eisini 2. dag á Swim Open Stockholm 2017

Tey eru nú komin til 2. dag av teimum 4 á Swim Open Stockholm 2017, og tað er enn líka hart hjá føroyingum at svimja seg til pláss í finalunum. Men, Óli Mortensen er við tilmeldingartíð 15:46.80 í skjótasta riðli í 1500 frí, við 7. bestu tíð av øllum. Continue reading Óli í finalu eisini 2. dag á Swim Open Stockholm 2017

FINA ynskir fleiri svimjigreinar á OL 2020 í Tokyo

Heimasíðan Inside the Games skrivar her um uppskot frá altjóða ítróttarsambondum til IOC, at FINA vil sleppa at víðka OL-skránna í svimjing frá verandi 32 OL-greinum, til tær 42 sum eru á skránni til HM. Tað vil siga íroknað 50 metrar rygg, bringu og firvald, 800 fyri menn og 1500 fyri kvinnur, og liðsvimjingar fyri mix-lið. Continue reading FINA ynskir fleiri svimjigreinar á OL 2020 í Tokyo

Óli og Vár væl gjøgnum fyrstu finalur á Swim Open Stockholm 2017

Tey bæði Óli Mortensen og Vár E. Eidesgaard komu væl ígjøgnum fyrsta finaluumfar á Swim Open Stockholm 2017, nú bæði aftaná innleiðandi lógu til at fáa eitt 9. pláss. Continue reading Óli og Vár væl gjøgnum fyrstu finalur á Swim Open Stockholm 2017

Óli í finalu á Swim Open Stockholm 2017

Fyrstu innleiðandi riðlar vórðu avgreiddir á Swim Open Stockholm í dag, har Óli Mortensen megnaði at svimja seg í finalu í 400 metra frísvimjing. Støðið er tó týðiligvís væl hægri í Stokkhólmi nú, enn á Danish Open í farnu viku. Continue reading Óli í finalu á Swim Open Stockholm 2017

Met og heiðursmerki á Danish Open 2017

Føroyskir svimjarar settu tilsamans 10 føroysk met og 6 føroysk juniormet á Danish Open 2017, umframt at vinna tilsamans 3 gullheiðursmerki og 1 úr silvuri. Hartil vórðu nøkur heiðursmerki afturat vunnin av donskum svimjarum av føroyskari ætt. Continue reading Met og heiðursmerki á Danish Open 2017

Met og heiðursmerki eisini fimta kvøld á Danish Open 2017

Danish Open 2017 er nú farið afturum, og kunnu vit staðfesta at føroyingar stóðu seg avbera væl á hesi stevnu, eisini hóast hon var avgerandi fyri eini rúgvu av úttøku hjá dønum. Hetta fimta kvøldið settu Róland og Signhild aftur met, umframt at Signhild vann gull í 200 rygg. Continue reading Met og heiðursmerki eisini fimta kvøld á Danish Open 2017

Signhild 2:14.01, føroyskt met og gull á Danish Open 2017

Signhild Joensen vann fyri løtu síðani gull á Danish Open 2017, tá ið hon í 200 metra ryggsvimjing á langgeil snøgt sagt sorlaði sítt júst setta føroyska met og juniormet, við nú at svimja 2:14.01 í mun til 2:15.69 í morgun. Tíðin er eitt fult sekund undir nálatíðina til at vinna sær gullnál við stjørnu. Signhild svimur fyri Ægir í Klaksvík.