Theodor Salter (2011, HS) luttekur í dag á “Level 1 National Qualifier Meet 2026” hjá City of Liverpool Swim Club í Liverpool, sí kunning um stevnuna her.

Theodor Salter (2011, HS) luttekur í dag á “Level 1 National Qualifier Meet 2026” hjá City of Liverpool Swim Club í Liverpool, sí kunning um stevnuna her.

Her er innbjóðingin til Aldursbólkameistarastevnuna 2026 (ABMS 2026), sum verður í Svimjihøllini í Klaksvík hin 2. og 3. mai 2026.

Nú nærkast so smátt til árligu úttøkustevnurnar til EM 2026, har vit í Føroyum serliga kenna Danish Open, Bergen Swim Festival og Swim Open Stockholm. Nú góð vika er til fyrstu av hesum stevnum, so síggjast startlistarnir á Swimify, ið benda á harða kapping, við eisini føroyskari luttøku í Stockholm og Bellahøj.

Tey eru nú liðug við Vest Junior/Senior Langbane 2026 í Esbjerg, og gekk tað bara heilt væl hjá føroyingunum báðum, Isaki Brisenfeldt (2006, HS) og Líggjasi Joensen (2008, Ægir), umframt hjá danska liði teirra, Aalborg Svømmeklub.

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni Lions Open sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, fríggjakvøldið 20. og leygardagin 21. mars 2026. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify

Líggjas Joensen (2008, Ægir) svam seg á Vest Junior/Senior Langbane 2026 í morgun til úrslitið 51.91 í 100 frí, sum er ájavnt við føroyska juniormetið hjá Magnusi Jákupssyni frá 2012. Hetta í innleiðandi riðlunum, so at Líggjas kann royna aftur í A-finaluni seinnapartin. Sí úrslistalistan her á Swimify
Úrslitið 51.91 gevur 737 AQUA-stig, sum er væl undir kravið hjá SSF til EJM 2026 á 700 AQUA-stig (52.25). Kravið til EM 2026 er 750 AQUA-stig (51.06), men har hevur Líggjas longu klárað kravið í 200 og 400 frí.
Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) eigur føroyska metið í 100 frí, sum er 51.84 frá EM U23 í Slovakia í fjør.

Út yvir at Líggjas svam seg til gull og silvur í 400 frí í gjár, so hava teir báðir Isak svomið seg víðari til eina røð av finalum, sum verða avgreiddar seinnapartin. Sí Swimify

Avstralski Cameron McEvoy setti í dag stórt nýtt heimsmet í 50 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann á China Open svam seg til úrslitið 20.88 sekund. Brasilski Cesar Cielo Filho átti heimsmetið á 20.91, frá ‘superdrakt-tíðini’ í 2009.
Líggjas Joensen (2008, Ægir) setti nú seinnapartin stórt nýtt føroyskt juniormet í 400 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann á Vest Junior/Senior Langbane 2026 vann gull við tíðini 3:58.99. Sí úrslitalistan her á Swimify

Ægir skipar nú í vikuskiftinum fyri svimjistevnuni Lions Open í Klaksvíkar Svimjihøll, við luttøku av einum 123 svimjarum. Sí startlistarnar her á Swimify
