Róland 28.37 og føroyskt met í 50 bringu

Róland Toftum setti í morgun flott nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing, tá ið hann á Norðurlendsku Meistarastevnuni í Havn svam teinin uppá 28.37 sekund.

Hann átti sjálvur føroyska metið á 28.38 sekund, og var hetta sostatt eitt nýtt met við minst møguliga marginali. Men, hann er í finaluni í kvøld, við fimtbestu tíð av svimjarunum í vaksna bólkinum. Róland er úr Suðuroyar Svimjifelag.

Róland Toftum, Óli Toftum eigur myndina

 

Róland 29.50 og føroyskt met og gullnál í 50 bringu

Róland Toftum setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2017 svam teinin uppá 29,50 sekund. Hann átti sjálvur føroyska metið á 29,81 sekund, frá Danish Open í fjør. Róland svimur fyri Suðuroyar Svimjifelag.

Continue reading Róland 29.50 og føroyskt met og gullnál í 50 bringu

Róland 1:06.24 og føroyskt met í 100 bringu

Róland Toftum setti í morgun nýtt føroyskt met í 100 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2017 svam teinin við tíðini 1:06.24. Pál Joensen átti metið á 1:06.40, frá Bergen Swim Festival í 2015. Róland svimur fyri Suðuroyar Svimjifelag.

Róland Toftum svimur 100 bringu á HS-stevnu 25. september 2016

Continue reading Róland 1:06.24 og føroyskt met í 100 bringu

Úrslit frá HS-stevnuni 24. – 25. september 2016

Her eru úrslitalistar og -fílur frá svimjistevnuni í Gundadali, nú í vikuskiftinum, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri. Ein stevna har serliga Róland Toftum stóð fyri yvirskriftunum, við at seta juniormet bæði leygardag og sunnudag.

Continue reading Úrslit frá HS-stevnuni 24. – 25. september 2016

Róland 1:03.43 og nýtt føroyskt juniormet í 100 bringu

Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag setti í dag stórt nýtt føroyskt juniormet í 100 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hann á HS-stevnuni í Gundadali svam teinin uppá 1:03.43. Hann átti sjálvur føroyska juniormetið á 1:04.10, frá JM/MU í apríl mánaða, og skar soleiðis væl meira enn eitt hálvt sekund av metinum. Pál Joensen eigur føroyska metið á 1:02.80, frá tá ið hann vann silvur á Oyggjaleikum á Jersey í 2015, og fór triðjaplássið tá til manbúgvan Guy Davies á 1:03.69.

Róland 29.00 og nýtt føroyskt juniormet í 50 bringu

Svimjiárið 2016/2017 byrjaði av sonnum við einum braki her heima, tá ið ungi vágbingurin Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag í morgun setti stórt nýtt føroyskt juniormet, við at svimja 50 metra bringusvimjing uppá 29.00 sekund. Hetta á svimjistevnu í Gundadali sum Havnar Svimjifelag skipar fyri.

roland-i-havn

Continue reading Róland 29.00 og nýtt føroyskt juniormet í 50 bringu