Róland 1:06.24 og føroyskt met í 100 bringu

Róland Toftum setti í morgun nýtt føroyskt met í 100 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2017 svam teinin við tíðini 1:06.24. Pál Joensen átti metið á 1:06.40, frá Bergen Swim Festival í 2015. Róland svimur fyri Suðuroyar Svimjifelag.

Róland Toftum svimur 100 bringu á HS-stevnu 25. september 2016

Tíðin hjá Rólandi rakk til eitt 11. pláss av teimum 47 luttakandi, og er hann sostatt í B-finaluni seinnapartin. Sí úrslitalistan her.

One thought on “Róland 1:06.24 og føroyskt met í 100 bringu”

Ger viðmerking