Signhild 29.98 og føroyskt met í 50 rygg

Signhild Joensen setti í morgun stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið hon á Danish Open 2017 svam teinin uppá 29,98 sekund. Hon átti sjálv metini á 30,07 sekund, og er hon sostatt eisini fyrsta føroyska kvinna nakrantíð undir 30 sekund í 50 rygg á langgeil. Signhild svimur fyri Ægir.

Tíðin hjá Signhild rakk til eitt 5. pláss av teimum 42 luttakandi í morgun, og er hon sostatt í A-finaluni seinnapartin. Sí úrslitalistan her.

One thought on “Signhild 29.98 og føroyskt met í 50 rygg”

Ger viðmerking