Tey eru nú komin til næstseinasta dag á Danish Open 2017, og hava føroyingar nú rokkið finalu allar fýra dagarnar. Signhild Joensen setti føroyskt met og juniormet í 50 rygg, og Róland Toftum føroyskt met í 100 bringu, umframt at bæði komu í finalu seinnapartin.
Føroyingar í finalu á Danish Open 2017 – Dagur 4
- Signhild Joensen (2000) 29.98, føroyskt met og nr 5 í 50 rygg – víðari til A-finalu
- Frans Johannessen (1992) 51.40 og nr 6 í 100 frí – víðari til A-finalu
- Róland Toftum (1998) 1:06.24, føroyskt met og nr 11 í 100 bringu – víðari til B-finalu
Hartil er Óli Mortensen í skjótasta riðli í 1500 metra frísvimjing, nú seinnapartin, við 15:36.96 og skjótastu tilmeldingartíð av øllum. Hann vann greitt 800 frí nú sunnudagin, á stórt sæð hesum somu sum hann nú skal kappast við, og liggur tí væl fyri at taka gullið á báðum hesum longstu teinum.