Svimjisamband Føroya hevur lagt út eitt skema her á heimasíðu síni, har vit síggja hvat tey 17 úr Føroyum skulu svimja á Oyggjaleikum. Sum heild viðførir stóri hópurin, saman við avmarkingina á 2 luttakarar úr hvørjum landi í hvørjari grein, at svimjararnir hesuferð kunnu loyva sær at fokusera á sínar absoluttu sergreinir, heldur enn at royna eftir (ov) nógvum heiðursmerkjum.
Til dømis er tað áhugavert at síggja at Pál svimur bara tríggjar kappingar, hóast hann er kvalifiseraður í minst tveimum afturat (200 bringu og 100 blandað, sum hann kláraði kravtíðina í á FM). Ikki at tað ger nakað, tí hann er so avgjørt kvalifiseraður í teimum sum hann svimur, samstundis sum vónirnar fyri heiðursmerki í hinum báðum eru heldur veikar.
Yvirhøvur eru svimjararnir tilmeldaðir í 2-3 kappingum, undantikið Shaila millum Garðarnar, sum svimur 4 kappingar, og stóra undantakið Elspa Mørkøre, sum luttekur í heilum 6 kappingum. Men her skal jú sigast, at Elspa Mørkøre sum kunnugt hevur betri tilmeldingartíð í minst 5 kappingum, enn tann tíðin sum vann gull á seinastu Oyggjaleikum 🙂
Føroyski hópurin er lukkutíð fult umboðaður í liðsvimjingunum, har vit alt annað líka burdu havt góðan kjans at vinna heiðursmerki. Nú veit eg ikki um tað yvirhøvur er loyvt at melda 2 lið úr sama landi til somu kapping; men støðan er í øllum førum at vit ‘bara’ hava éina til hvørja kapping, og at hesir framúr svimjarar tí veruliga mugu svimja seg á liðið.
Her eru tilmeldingarnar, skrivaðar av heimasíðuni hjá Svimjisambandið Føroya.
Kvinnur
Kvinnur | 50 fr | 50 br | 50 ry | 50 fi | 100 fr | 100 br | 100 ry | 100 fi | 100 bl | 200 fr | 200 br | 200 ry | 200 bl | 400 fr | 800 fr |
Malan V. Bærendsen | x | x | x | ||||||||||||
Shaila millum Garðarnar | x | x | x | x | |||||||||||
Lisbeth L. Joensen | x | x | |||||||||||||
Elspa Mørkøre | x | x | x | x | x | x | |||||||||
Karina Petersen | x | x | |||||||||||||
Bjørg Seloy | x | x | |||||||||||||
Mona Simonsen | x | x | |||||||||||||
Jutta Thomsen | x | x | x | ||||||||||||
Tilsamans | 2 | 2 | 2 | 1 | 2 | 2 | 2 | 1 | 1 | 2 | 1 | 1 | 1 | 2 | 2 |
Menn
Menn | 50 fr | 50 br | 50 ry | 50 fi | 100 fr | 100 br | 100 ry | 100 fi | 100 bl | 200 fr | 200 br | 200 ry | 200 bl | 400 fr | 1500 fr |
Andrass Thomsen | x | x | x | ||||||||||||
Beinir E. Danielsen | x | x | |||||||||||||
Dánjal M. Hofgaard | x | x | |||||||||||||
Kári J. á Høvdanum | x | x | x | ||||||||||||
Pál Joensen | x | x | x | ||||||||||||
Jákup Ø. Mohr | x | x | |||||||||||||
Pauli Ø. Mohr | x | ||||||||||||||
Kristian Olsen | x | x | |||||||||||||
Høgni Miné-Rasmussen | x | x | |||||||||||||
Tilsamans | 2 | 2 | 1 | 0 | 2 | 1 | 1 | 0 | 2 | 2 | 1 | 2 | 0 | 2 | 2 |
Liðsvimjingar
Lið | 4×50 fr | 4×50 bl | 4×100 fr | 4×100 bl |
Kvinnur | x | x | x | x |
Menn | x | x | x | x |
Tilsamans | 2 | 2 | 2 | 2 |
(fr = frí, br = bringa, ry = rygg, fi = firvald, bl = blandað)