Sensurur á svimjing.com

Ja so kom tað hartil, tíverri. Eftir at hava tosað við Bartal og Ottar í kvøld, so havi eg avgjørt at taka burtur nakrar viðmerkingar her á heimasíðuni, av tí at har vóru beinleiðis persónlig álop í teimum. Tað er við ringum tannabiti; men vit halda ikki at føroyska svimjingin er klár til at hava sovorðið opið stríð liggjandi á eini almennari heimasíðu, og tað var so í øllum førum ikki endamálið við svimjing.com.

Sjálvur haldi eg at kjak er gott, í øllum førum millum røttu viðkomandi. Eisini klandurskjak. Sum Sørin S Djurhuus segði tað, tá einaferð á einum fundi ella onkrum tílíkum, so er tað einki sum kann reinsa luftina so væl sum eitt ordiligt klandur aftanfyri afturlætnar hurðar. ‘Lata hurðina aftur og so ordiliga skelda seg lidnan’.

Men altso, vit vilja gjarna at hendan heimasíðan skal vera eitt positivt stað at fáa kunning um føroyska svimjing. Fyri at menna svimjingina, styrkja um samanhaldið hjá teimum sum longu eru uppi í svimjingini, og kanska lokka onnur til eisini. Hvør veit, kanska enntá áskoðarar 🙂

Bartal helt, at um ikki eg trekti eina linju nú, so fór tað at verða torført at trekkja hana seinni. Til dømis um onkur skuldi lagt ógvusliga eftir onkrum sum kundi tulkast at vera nærri mær sjálvum. Tá fór tað at virka ógvuliga partískt at byrja at taka burtur viðmerkingar, um eg longu hevði lovað fólki at leggja eftir øðrum.

Tí er ‘lætta’ loysnin at taka alt burtur sum inniheldur beinleiðis persónlig álop. ‘Taka burtur’ merkir her at goyma tey aftanfyri, heldur enn at strika. Eg havi tikið tey aftur, á sama hátt sum eg kann geva út. So um nakar er ógvuliga fortørnaður um at hava mist sítt tilfar, so kann eg senda viðkomandi tað í telduposti.

Eg vóni at lesarar og brúkarar skilja okkara støðu. Vit vilja helst ikki styggja fólk burtur við at strika, men heldur ikki enda við eini síðu sum bara er kend fyri klandur. Um tit vilja tala at onkrari støðu, so roynið vinarliga at gera tað uppá ein so positivan máta sum gjørligt, og uttan at nevna persónar ov nógv. Minnist til at eisini fjølmiðlar hyggja inn á síðuna, av og á.

Við svimjikvøðu

Rókur

PS Barba: Ein viðmerking hjá tær er av órøttum tikin aftur, av tí at hon var eitt aftursvar til viðmerking sum nú er burtur. Tú rósar annan venjaran; men tá ið eg hevði tikið fyrru viðmerking burtur, sá tað út sum um at tú rósaði mær (tí at eg hevði skrivað eina viðmerking beint áðrenn). Tað kunnu vit ikki hava 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.