Gloym nú ikki gallaveitsluna

Leygarkvøldið 28. november verður sum fyrr nevnt gallaveitsla fyri øllum svimjarum, og fyri teimum sum varða av svimjingini, í Læraraskúlahøllini í Havn, eftir landsdystin. Kostnaður einans 225 krónur, fyri tríggjar rættir, sang og undirhald. Freistin at melda til fór á middegi í dag… men tit kunnu kanska náa tað allíkavæl, um tit skunda tykkum 🙂

sorin2

Gallaveitsla leygarkvøldið

Svimjisambandið bjóðar til árligu svimjigallaveitsluna nú í annaðkvøld kl 19 á Hotel Føroyum, ‘fyri FM-svimjarum, hjálparfólkum, nevndarlimum og svimjiáhugaðum annars’. Viðfest er upprunaliga innbjóðingin frá SSF.

Vanliga er skráin á gallaveitsluni at vit eta ein góðan døgverða, við sangi og undirhaldi afturvið. Ársins svimjarar verða præsenteraðir, og kanska ársins ditt-og-datt eisini (firvaldasvimjari, sprintari, stjørnuskot, venjari, hjálparfólk, …).

Allarhelst heldur Jón Hestoy eisini eina av sínum vanligu drúgvu men rímiliga undirhaldandi røðum 😉

Eftir døgverða og steypahandan er so tónleikur og dansur. Gevið gætur at tað ikki verður nøkur renning rundan um hotellið í svimjibuksum, við tað at Pál faktiskt ikki kláraði meira enn 10 av 12 gullheiðursmerkjum.