SwimmingWorldMagazine hevur byrjað eina greinarøð her um heimasíður sum tríggir fjepparar hava gjørt til heiðurs fyri ávíkavist Brendan Hansen, Ian Crocker og Aaron Piersol. Rættiliga áhugaverdur lesnaður, serliga um man sjálvur diggast við heimasíður.
Greinirnar í røðini eru
Tey spyrja mest um hví man ger eina sovorðna síðu, og hvørjar avbjóðingar sum eru í at reka eina sovorðna síðu. Allar tríggjar byrjaðu síðuna mest sum av tilvild, tí at har ikki var so nógv annað um viðkomandi, og mest til sínar allarnærmastu med-fjepparar. Ein stór avbjóðing innan svimjing er at har ikki hendir so nógv millum stóru kappingarnar, og síðurnar tí hava lyndi til at verða keðiligar í pausunum.