Enn eitt met til Pál

DSC_0073Ja so kláraði hann eisini at seta føroyskt met í 400 blandað. Kristian Martin Joensen átti gamla metið á 4:39.08 frá 1997, men í dag svam Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag teinin á 4:37.01. Sjálvsagt ógvuliga ógvuliga flott av vágbinginum, um enn vit eftirhondini bara vænta meira og meira av honum.

Sum viðfesta mynd vísir, so stóð Kristian Martin sjálvur á kantinum og heppaði á Pál Joensen, tá ið Pál tók metið. Soleiðis er tað lukkutíð í føroyskari svimjing; at svimjararnir gjarna vil eiga metið eina løtu, men so eisini ynskja at tey verða tikin aftur. Vit skulu jú helst gerast betri og betri allatíð, so at okkara svimjarar ein dag kunnu standa seg móti heimsins kempum.

Og hvør veit, kanska er tann dagur her longu 1. desember, tá ið Pál og Kári og hini skulu kappast á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni 2007, á heimabana í Tórshavn. Man torur einki at vænta, tí bara éitt gullmerki hevði verið óhugsandi fyri bara nøkrum fáum árum síðani. Meen men… um vit hyggja at tíðunum, og at tíðunum hjá hinum… so sær tað gott út 🙂

Pál sett met í 200 blandað

DSC_0163Pál Joensen úr Vági heldur á at svimja skjótt, nú hann á UM í dag svam nýtt føroyskt met í 200 blandað við tíðini 2:11.33. Hetta var nærum eitt sekund betri enn gamla metið á 2:12.19, sum Kristian Martin Joensen setti í 1997; og venjarar á kantinum hildu at har avgjørt er møguleiki fyri at hann í morgin fer at taka metið eisini í 400 blandað frá Kristian Martin Joensen.

Harvið eru skjótt eingi met eftir hjá harkaliðnum úr 90-unum, og ættarliðsskiftið tí nærum fullfíggjað. Pál er so mikið góður firvaldasvimjari, at hann man fara at kunna taka metini í 50 og 100 firvald eisini, ella pressa onkran av hinum kempunum frá í dag til at seta met. Og so er bara, ‘bara’ bringuteinarnir eftir, har metini hjá Asbjørn Hansen, Inga Andreasen og Høgna T. Hansen spøkja.

Annars var hetta aftur ein heldur friðarligur dagur á UM, tá ið man sær burtur frá Pál Joensen. Uppmøtingin er ikki serliga góð til hesa unglingameistarastevnu – heldur ikki hóast seniorarnir eisini eru bjóðaðir við – og stemningurin er yvirhøvur rættiliga avdempaður. Kappingin koyrir heilt ókey, men har manglar eitt sindur av kríggi á kantinum,og har eru kanska í so fáar veruligar holmgongur millum svimjarar. Kanska tað kemur í morgin 🙂

UM leygardag

So er stevnan liðug har suðuri, og dagurin í dag varð nøkulunda sum kvøldið í gjár. Nøkur einstøk fóru eftir meti, meðan restin fyrst og fremst svam um heiðursmerki, uttan at hugsa so nógv um tíðina. Tey bæði Høgni og Malan settu aftur í dag bólkamet, og Malan enntá eitt føroyskt met. Og HS vann kappingina um at fáa flest heiðursmerki tilsamans.

Í bólki 4 tók Høgni Miné-Rasmussen eisini bólkametið frá Kristoffuri Hentze í 400 blandað, eftir at hava tikið tað í 200 blandað frá Kristoffuri í gjárkvøldið. Nýggja metið í 400 blandað er nú 4:53.72, har Kristoffur svam 5:01.30.

Í bólki 5 betraði Malan Vitalis Bærendsen um sítt egna bólkamet og føroyska met í 200 bringu, við at svimja teinin á 2:45.27, har hon á FM 2007 svam 2:45.52. Áhugavert annars at Elspa Mørkøre var beint í hølunum á henni her, við 2:45.98, í eini grein sum hon annars ikki plagar at svimja. Elspa var eisini minni enn eitt sekund frá Maluni í 100 bringu í gjár.

Heiðursmerkjabýtið var (so frætt sum eg havi talt, við at hyggja listan í gjøgnum éina ferð):

  Gull Silvur Bronsa
HS 25 7 7
TS 17 13 13
FS 9 11 6
FLOT 7 10 7
Ægir 4 0 0
VS 3 8 1

Men her skal sigast sum í gjár, at tað í fleiri kappingum hava verið ‘bílig’ heiðursmerki, serliga silvur- og bronsu-heiðursmerki, av tí at so fáir luttakarar vóru tilmeldaðir. Serliga í stafettunum var heilt galið, har lið í fleiri førum vunnu gull, av tí at eingin annar svam í móti teimum. Og úrslitalistin vísir sum heild ein stóran tíðarmun millum nr 1 og 2, og serliga nr 2 og 3, í flestu kappingum, hóast nr 1 sjáldan hevði tørv á at svimja upp til sítt besta.

Næsta kapping í svimjikalendaranum verður Dansk ÅrgangsMesterskab tann 15.-17. juni, har okkara bestu yngri svimjarar fara niður at kappast í móti teimum bestu úr Danmark. Og síðani, 2.-5. juli, Oyggjaleikir á Rhodos.

UM fríggjakvøld

Fyrstu kappingar vórðu svomnar í gjárkvøldið, og vóru úrslitini heldur skiftandi. Tvey flott bólkamet vórðu sett, men nógv av teimum bestu svumu rættiliga langt frá bestu tíðum, allarhelst tí at tey ‘bara skulu vinna’, og í staðin longu fokusera fult og heilt uppá Oyggjaleikir.

Tað sær út til at Høgni Miné-Rasmussen hevur sorlað metið hjá Kristoffur Hentze í 200 blandað, sum var 2:19.85, við at svimja teinin á 2:16.63. Malan V. Bærendsen hevur tikið metið frá Báru Joensen í 50 bringu, við at svimja teinin á 36.03 har Bára svam 36.16. Og Pál Joensen hevur sambært úrslitalistanum sundursorlað heimsmetið í 200 blandað, við at svimja teinin á 1:15.81 😉

Annars vóru tað 13 út av teimum 16 kappingunum í gjárkvøldið har allir luttakarar kundu hava vunnið heiðursmerki, um ikki onkur av teimum varð kolldømdur. Í tveimum vóru tað meira enn ein riðil, og í seinastu vóru tær 4 sum kappaðust um 3 heiðursmerki. So tað var kanska ikki løgið at svimjararnir ikki løgdu alt ov nógv fyri, um tey allíkavæl ikki ætlaðu sær at seta met.

Skrá fyri UM 2007

Skráin fyri UM 2007 er nú klár her á tsvim.com, ella við at taka niður viðfestu fílu. Sum heild sær skráin eitt sindur tunn út, við nógvum kappingum har bara ein ella tveir riðlar eru, sjálvt í 100 frí hjá monnum. Men hav í huga at bara tveir bólkar (t.e. fýra árgangir) luttaka, og at støði er høgt á teimum sum nú eru tilmeldaði (Jutta, Mona, Elspa, Kári, Pauli, Pál, Høgni, Malan, Guðrun, …)

UM og Nólsoyarsvimjing í vikuskiftinum

Tað hevur verið ógvuliga lítið at frætta um svimjing seinastu vikurnar, men nú brennur so á aftur. Árliga unglingameistarastevnan verður í Vági fríggjakvøld og leygardag, umframt at fólk leypa á bláman við húsini hjá radioamatørunum í Havn kl 12:00 leygardagin, at svimja til Nólsoyar.

Eg havi ikki sæð nakra innbjóðing til UM enn, men tit kunnu lesa um tiltakið til Nólsoyar her á hesari heimasíðu, umframt á www.triathlon.fo. Fólk kunnu melda til her á triathlon.fo, og annars síggja hvørji sum longu eru tilmeldaði her. Inntil víðari eru yvirhøvur triathletar, men vónandi leggjast fleiri afturat komandi dagarnar.

UM 2007

frid viðmerkti her:

“Ja eitt super FM.  Tillukku, vit eiga góðar og evnaríkar svimjarar…Latið okkum gera alt so gott fyri teir so teir hava hug at halda fram..

UM 2007 verður so síðst í mánaðinum, eitt sindur øvugt at hava UM eftir FM.

Men hvar verður UM, onkur segði í Vági, tað fái eg ikki at passa, tí mær vitandi eru ikki el tíðir har ?

Fyri ca. einum árið síðan bleiv viðtikið á SSF fundi í Havn at allar meistarakappingar skullu verða við el tíðum, og sjálvandi skal tað tað, alt annað er a ov tilfeldugt.”

Continue reading UM 2007