Ársins svimjarar kosnir

Árliga gallaveitslan hjá Svimjisambandi Føroya var á Hotel Føroyum í gjárkvøldið, har FM-svimjarar, venjarar og onnur svimjiáhugaði úr øllum landinum møttust at fáa ein hugnaligan døgverða saman, og hoyra hvørji ið vórðu vald til ársins svimjarar, ársins sergreinasvimjarar, ársins venjara og ársins hjálparfólk. Stóru vinnararnir vóru sum væntað Elspa Mørkøre úr FS og Pál Joensen úr VS, men onkur óvæntað val vóru tó eisini.

Hesi vóru ársins svimjarar, venjari og hjálparfólk

  • Ársins stuttteinasvimjarar: Elspa Mørkøre (FS) og Kristian Olsen (Ægir)
  • Ársins langteinasvimjarar: Jutta Thomsen (TS) og Pál Joensen (VS)
  • Ársins firvaldasvimjarar: Shaila millum Garðarnar (TS) og Pál Joensen (VS)
  • Ársins ryggsvimjarar: Elspa Mørkøre (FS) og Kári J. á Høvdanum (FS)
  • Ársins bringusvimjarar: Malan V. Bærendsen (TS) og Jákup Øssursson (FS)
  • Ársins frísvimjarar: Pál Joensen (VS) og Elspa Mørkøre (FS)
  • Ársins blandaðsvimjarar: Elspa Mørkøre (FS) og Pál Joensen (VS)
  • Ársins stjørnuskot: Guðrun H. Jacobsen (HS) og Pauli Øssurson Mohr (FS)
  • Ársins venjari: Petur Heðin á Fløtti (FS/Ægir)
  • Ársins hjálparfólk: Reidar Simonsen (TS)
  • Ársins svimjarar: Elspa Mørkøre (FS) og Kári J. á Høvdanum (FS)
  • Grand Prix vinnarar (bólkur 3 og yngri): Helena Sævarsdóttur (VS) og Alvi Hjelm (Ægir)
  • Grand Prix vinnarar (bólkur 4 og eldri): Elspa Mørkøre (FS) og Pál Joensen (VS)
  • Flest stig á FM: Elspa Mørkøre (FS)

Annars er tíverri tað at siga um gallaveitsluna í ár, at uppmøtingin hjá teimum sum eru um svimjararnar var rættiliga vánalig í ár, tó so at svimjararnir sjálvir møttu mannsterkir. Restin av okkum hugnaðu okkum heilt fínt, men tað legði ein ávísan dempara á hátíðardámin, at so fá av teimum fínu fólkunum vóru til staðar.

Vónandi var hetta bara eitt tilvildarligt eindømi, kanska íkomið av tí at veitslan lá vikuskiftið eftir FM, heldur enn sum vanligt í forleingilsi av stevnuni. Tí tað er absolutt eingin orsøk at vísa svimjarunum í ár minni áhuga enn onnur ár, so væl sum tey svumu á føroysku meistarastevnuni.

6 thoughts on “Ársins svimjarar kosnir”

  1. Fyrst og fremst eitt stórt tillukku til tykkum sum vóru kosin ársins. Flott flott.

    Men eg má erliga innrømma, at eg undrist á hvussu tad ber til, at Jón Vestergaard ikki vard kosin ársins venjari, tá hann megnadi at fáa 3 gullnálir í hús til sínar svimjarar.

    Og  eisini at Pál Joensen ikki vard kosin ársins svimjari. Ikki fyri at forsmáa avrikid hjá Kára á Høvdanum. Hann hevur sanniliga verid raskur!

    Men Pál hevur hetta kappingarárid megnad at fingid gullnálina í hús (og sligid tad metid ummaftur), hann er føroyameistari í fleiri greinum enn nakar annar svimjari, hann er besti svimjari í langteini, firvaldi, frí, OG blandadari svimjing, hann hevur sett fleiri fø met og ótallig bólkamet, hann kvalifiseradi seg til VM, og tad kunnu nevnast fleiri onnur brøgd. Eitt nú bestu tíd í 1500m frí í øllum danska kongaríkinum.

    Eg fái hug til at spyrja hvør id situr í nevndini sum velur ársins-forskelligt. Er tad nakar id kann enlighten me? 

    1. Ársins svimjarar verða valdir av høvuðsvenjarunum í ymisku feløgunum, á fundi eftir FM, vanliga við roynd at finna semju um valið, heldur enn bara at atkvøða hvør sær. Ársins venjari og hjálparfólk verða vald av nevndunum í svimjifeløgunum, vanliga við at tey hvør í sínum lagi senda inn ein atkvøðuseðil.

      Eg eri einigur við tær í, at tað í øllum førum má hava verið tætt millum Petur Heðin og Jón, og Pál og Kára. Sjálvur skilti eg ikki hví Beinir Danielsen ikki varð ársins bringusvimjari, nú hann við sínum 30.67 í 50 bringu er tann einasti drongurin sum stendur til at vinna sína bringusvimjing á Oyggjaleikum, og hevur svomið teinin stabilt skjótt allan vetur.

      Men soleiðis er tað hvørt ár… serliga um man følir seg at ‘eiga’ ein av svimjarunum 🙂

      1. hatta kann altið diskuterast hvør skal fáa teir ymisku heiranar:) men eg og kari snakkaðu nemliga um hví hann bleiv arsins svimjari, og vit hildu baðir at tað var sindur løgi at hann bleiv og ikki pál?  men grundin til at kári var so heitur sum evni til ársinssvimjari var nokk tað, at hann í ár hevur megna at sett 4 føroysk met 50. 100. 200. rygg og 200 firvald so alt í alt er tað nokk í ordan, men skal leggjast afturat at pál onki stendur aftanfyri:)   baðir eru fantastiskir svimjarar, so er tað sagt:)
        einasti sum kundi givi teimun kapping hevði veri H.Jacobsen
        P.S tillukku til øll sum vunnu:)

  2. Altso altso, við hetta lag má eg siga mítt dagliga arbeiði frá mær.

    Vinarliga latið verða við at spilla fólk út, her á heimasíðuni.

    Og tit sum hava talað at í ‘svarum’… orsaka at tykkara eisini manglar nú. Tað sær bara so undarligt út tá ið eg fyrst havi strikað tað sum tit svara til. Má finna onkran máta at seta eitt stórt CENSUR stempul á ófantaligar postar.

  3. jeeey:D

    eg haldi øll sum fingu heidranar hava forkent teir:D taveitgud, nógv vóru yvuraskadi av at pál ikki vann.. fax eisni eg kanska… men eg setti meg at hugsa um tad aftaná og kom til tí nidurstødu, at Kári faktisk hevur 4 føroysk met og Pál 3.. men meeega einigur vid at hattar kann diskuterast og gott fari til Pál, men Kári hevur forkent tad, tad haldi eg, trenadu sum svakur nidri í dk vid svimjingi,… so…

    eh hmm.. Rókur, 32.43 í havn fyri 1-2 mánadum sídani hjá Beinir:P tad kann man ikki kalla nakad serliga stabilt í einum 50 metri, og ei heldur í suduroy har hann svam 31.6… ?

    1. Tú heevur fortjent heiðurin, tí tit svumu ein brand 200 metur. Men Beinir er sgu eisini góður, og hann varð ikki ein gang nomineraður 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.