Er tað bara eg sum haldi tað, ella trívist negativitetur rættiligavæl her inni og innan føroyska svimjiheimin ??
Við hetta lag mennist svimjingin ikki nógv !
Er tað bara eg sum haldi tað, ella trívist negativitetur rættiligavæl her inni og innan føroyska svimjiheimin ??
Við hetta lag mennist svimjingin ikki nógv !
This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.
Necessary cookies are absolutely essential for the website to function properly. This category only includes cookies that ensures basic functionalities and security features of the website. These cookies do not store any personal information.
Any cookies that may not be particularly necessary for the website to function and is used specifically to collect user personal data via analytics, ads, other embedded contents are termed as non-necessary cookies. It is mandatory to procure user consent prior to running these cookies on your website.
Advertisement cookies are used to provide visitors with relevant ads and marketing campaigns. These cookies track visitors across websites and collect information to provide customized ads.
Performance cookies are used to understand and analyze the key performance indexes of the website which helps in delivering a better user experience for the visitors.
Analytical cookies are used to understand how visitors interact with the website. These cookies help provide information on metrics the number of visitors, bounce rate, traffic source, etc.
Functional cookies help to perform certain functionalities like sharing the content of the website on social media platforms, collect feedbacks, and other third-party features.
Other uncategorized cookies are those that are being analyzed and have not been classified into a category as yet.
Eg viðgangi blankt at hendan heimasíðan er í so djarvt uppsett. Ottar og Bartal og eg høvdu nokk so langar diskussiónir um hvussu ‘opin’ hon skuldi vera, í mun til at verja í móti negativiteti og øðrum ræðuleikum.
Endin var at vit valdu tað allarmest djarva; at ein og hvør brúkari í prinsippinum kann posta tað hann vil, og at ØLL kunnu viðmerkja… eisini ónevndir brúkarar. Hetta fyri ikki at forða nøkrum í at skriva, fyri tað um viðkomandi ikki tímdi at leggja navn til, og í vón um at fólk fóru at uppføra seg hampuliga hampuligt. Altso eitt sindur sum eitt vanligt forum, har tað so er upp til okkum fyrisitarar at strika ljótar viðmerkingar og tílíkt.
Onkur viðmerking her er longu farin út um mark, haldi eg; men eg vil hinvegin ikki virka sum tann reini Mussolini. Serliga tí at fólk faktiskt siga okkurt rættiliga viðkomandi, inni í negativum setningum.
Persónliga eri eg av teirri fatan, at kritikkur saktans kann vera konstruktivur. Ella sum ein vísur maður einaferð segði: “No matter how it looks, everybody is trying to help”. Tey flestu hava sikkurt roynt sum eg, at vilja siga okkurt sum man brendi fyri, sum so tíverri kom út nógv harðari enn man ætlaði.
Tey sum skriva negativt her, eru ikki fólk sum hata svimjing. Heldur tvørtur í móti.
Um onkur ivast í hvar mín persónliga linja gongur í løtuni, so er tað vist nokk tá ið fólk leggja persónliga eftir svimjarum. Venjarar og SSF hava valt at vilja stýra út í frá sínum persónligu meiningum, og kunnu tí eftir mínum tykki forvænta at fáa eitt sindur av eisini persónligum kritikki. Men svimjarar eru her ‘bara’ tí at teir duga og tíma at svimja.
Tann éina viðmerkingin sum eg havi strikað inntil víðari, var eitt álop á ein svimjara. Toleransan hjá mær er her nógv minni enn til dømis í fótbólti, har man væl kann loyva sær at siga at tann og tann fótbóltsspælari spældi ein lort dyst. Og eg helli meira til at lata hetta umfata eisini venjarar og SSF, enn at loyva kritikk av svimjarunum.
Jú, eigin ivi er um, at tað tit siga er púra beint Kári og Rókur. Hugburðurin innan føroyska svimjing er alt ov negativur, og tað er ógvuliga hugstoytandi og niðurbrótandi. Serliga tá hugsað verður, hvør stendur fyri aftan meginpartin av negativitetinum.
Men viðhvørt má eisini negativitetur til fyri at koma víðari. Ella rættari konstruktivitetur og kritikkur.
Trupulleikin við øll hesum, haldi eg, er, at í flestu førum flytir eitt sakligt kjak seg frá at hava verið um eitt hvørt evni, til persónsálop. Ella sum vit kenna tað úr fótbóltsheiminum; farið verður oftast eftir manninum, heldur enn bóltinum! (Men í fleiri førum er kortini alneyðugt at draga persónar inn í kjakið)
Havi saman við Ottar og Bartal avgjørt at (í øllum førum fyribils) taka burtur tær viðmerkingar sum eg metti at vera persónlig álop. Eg má nokk fara at virkja eina funku til tykkum at kunna ‘melda’ ljótar viðmerkingar, so at ikki alt liggur á mínum herðum 🙂
http://www.svimjing.com/2007/05/04/blog/rokur/sensurur-a-svimjing-com