Svimjing í klori økir um vandan fyri bløðrukrabba

Nýtt sponsk gransking bendir á at vandin fyri at fáa krabbamein í bløðruni veksur, um man svimur ella baðar nógv í kloraðum vatni. Trupulleikin er evnið trihalomethan, sum verður upptikið í smáum nøgdum gjøgnum húðina. Vandin er lítil, men tó so mikil at tey kundu staðfesta at reglulig svimjing og baðing í kloraðum vatni mótvirkaði positivu effektina av at drekka vatn á fløsku, heldur enn (vælsagtans klorað) kranavatn. Lesið her á jp.dk.

Týskarar ávara um pinkubarnasvimjing

Týska umhvørvisráðið UBA ávarar nú í tíðindaskrivi um at lata pinkubørn undir 2 ár svimja í kloraðum innandura svimjihyljum, um títtleikin av astma er høgur í familjuni. Tey ráða hartil øllum svimjarum til at minka um vandan við at vaska seg betur, og svimjihallum til at skifta vatnreinsingina út við nýggjari og sunnari tøkni.
Continue reading Týskarar ávara um pinkubarnasvimjing

Danir minka um klorið í svimjihallum

Danska stjórnin hevur sambært dr.dk avgjørt at minka um markavirðið fyri mest loyvda klorinnihald í svimjihylum, til at umganga at brúkarar av svimjihallum fáa ovurviðkvæmi. Frá nýggjárinum av má ph-virðið ikki vera meira enn 6.8, har tað í dag er 7.3. Eyvind Vesselbo frá Venstre sigur um avgerðina: “Det er meget vigtigt, at vi får nedbragt det klorindhold. Der er mange mennesker, som bliver allergiske, når der er for meget klor i. Samtidig kan det ikke nytte noget, at man bruger kloret og putter mere og mere klor i for at rense bakterierne væk, når man har nogle andre metoder, man også kan gøre det med.”

Klor kann viðføra krabbamein (men svimjing er sunt)

Nýggj gransking bendir á, at svimjing í serliga innandura hyljum kann geva trupulleikar við andaleiðini, og skaða DNA sum so aftur kann føra til krabbamein. Trupulleikin er klor, og granskarnir skunda sær at siga at man ikki skal halda uppat við at svimja, men heldur at tað hevði verið sunnari at minka um kemikaliuni í vatninum. Nakað ið sum kunnugt ber til, har til dømis Bernstorffsminde Efterskole í Danmark hevur minkað um klorinnihaldið í svimjihylinum við 80 prosentum. Les WebMD.com

Pinkubarnasvimjing økir um vandan fyri astma

Belgiskir granskarar hava staðfest leinki millum pinkubarnasvimjing og lungnasjúkuna ‘bronchiolitis’, astma og lungnaovurviðkvæmi sum hoyfepur, líka mikið um talan var um innandura ella uttandura svimjihyl. Sum ikki einaferð mest sannlíkt vegna klorið, ið nýtt verður til at sóttreinsa vatnið við. Teir viðmæla ikki at halda børnini burtur frá pinkubarnasvimjing, men heldur at umganga hyljar sum klora ógvusliga. Sovorðnir hyljar kunnu kennast aftur við at teir lukta ógvusliga av klor, og við tað at teir irritera húð, eygu og háls hjá teimum sum nýta teir. Les reuters.com

Klor økir um vandan fyri astma og hoyfepur

Ein nýggj kanning bendir á, at svimjing í klorreinsaðum hyljum økir um vandan fyri at fáa astma og ovurviðkvæmi, hjá teimum sum longu eru í vandabólki fyri at fáa hesar sjúkur. Belgiarar kannaður 847 tannáringar millum 13 og 18 ár, sum plagdu at svimja annaðhvørt í klorreinsaðum hyljum, ella í svimjihyljum har tey reinsaðu við onkrum kopar-silvur reinsingarevni. Vandin var 80% hægri fyri at fáa astma hjá teimum sum svumu 100 til 500 tímar í klorreinsaðum hyli, og øktist so fleirfaldað so hvørt sum tey svumu meira. Les ajc.com