Tey eru nú komin so mikið langt við svimjihylin til HM í Dubai í desember, at tey á einum hátíðarhaldi tann 10/10/10 offisielt kundu fylla hann við vatni. Høllin kostar sum ætlað einar 300 millliónir dollarar, 1.1 milliard dirhams ella umleið 1.6 milliardir krónur, og skal verða ein av bestu innandura svimjihallum í heiminum. Har er pláss fyri einum 15.000 áskoðarum og skiftirúm til 400 íðkarar, ein 50 metra kappingarhylur og ein annar 50 metra hylur har botnurin kann flytast upp og niður, ein kavingarhylur, landvenjingarhøli, styrkirúm, venjingarhyljar og so framvegis. Høllin varð eisini offisielt uppkallað eftir krúnprinsinum í Sameindu Arabisku Emiratinum, hansara kongaliga hátikn Sheikh Hamdan bin Mohammed bin Rashid Al Maktoum, til at eita “The Hamdan bin Mohammed bin Rashid Sports Complex”. Lesið t.d. her á Emirates 24/7 News, og sí myndir av høllini her og her.
Her er ein av høllini uttan í frá:
http://www.arabianbusiness.com/dubai-sports-complex-officially-opened-356057.html
Og her er ein teknað, har tað sær út til at hon er gylt, onkunsvegna:
http://dubai.mconet.biz/index.php?action=fullnews&id=494361&category=886
Eg meini at hetta eru upprunaligu arkitekta-tekningarnar:
http://ethicalarchitecture.co.uk/portfolio/sports_complex_dubai.html
Eg giti, at teldu músin hjá arkitektinum sær soleiðis út:
Jón og Pál mugu kanska til at umhugsa, um ikki tað loysir seg betur at liggja á einum av geilunum út ímóti kantinum, heldur enn at skula svimja ígjøgnum springvatnið 😉
http://www.fina.org/H2O/index.php?option=com_content&view=article&id=1706:pool-filled-at-the-dubai-sports-complex&catid=210:dubai-2010&Itemid=464