Astrið Foldarskarð 29.61 og juniormet í 50 firvald

Astrið Foldarskarð úr FLOT legði hart út fyri Føroyar, tá ið hon í fyrstu kapping á landsdystinum svam 29.63 29.61 í 50 firvald, sum er nýtt føroyskt juniormet, har juniormetið hjá henni frá FM í mai mánaða var 30.05. Gott at koma undir 30, og eitt fitt petti nærri at føroyska metinum hjá Shailu millum Garðarnar á 29.11.

astrid

One thought on “Astrið Foldarskarð 29.61 og juniormet í 50 firvald”

  1. Nú fái eg at vita úr Íslandi, at Astrið altso svam 29.61, heldur enn 29.63.

    Til forsvar má eg siga, at eg ikki sá kappingina vegna arbeiði, og skilji at eingin sá tíðina her heima, tí at tey ikki filmaðu úrslitatalvuna akkurát tá. Havi heldur ikki fingið fatur á offisiella úrslitalistanum enn, sum tí merkir allar frásøgnina rættiliga ógvusliga.

    Tíðin 29.63 varð fingin gjøgnum SMS úr Íslandi. Soe … sorry Astrið !

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.