Birita Debes 1:03.15 og føroyskt met í 100 rygg

Birita Debes vann fyri løtu síðani 100 rygg á landsdystinum ímóti Íslandi í Reykjavík, við tíðini 1:03.15. Hetta er nýtt føroyskt met, har Elspa Mørkøre átti tað gamla á 1:03.78 frá Thisted Cup í 2007. Og tað er sjálvsagt juniormet eisini, við tað at Birita er juniorur í ár og næsta ár.

Ísland28 Birita

Magnus 24.95 og føroyskt met í 50 firvald

Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag svam seg fyri løtu síðani sum fyrsti føroyingur nakrantíð undir 25 sekund í 50 metra firvald, tá ið hann á landsdystinum millum Ísland og Føroyar í Reykjavík svam teinin á stuttgeil uppá 24.95 sekund. Einastandandi úrslit hjá unga havnarmanninum, sum ikki enn hevur veruligan junioraldur, men sum tó so setur bæði seniormet og juniormet.

Ísland3 Magnus 50 firvald 24-95

Schoeman kallaði indisku áskoðararnar fyri apukattar

Suðurafrikanski Roland Schoeman verður grillaður í dag á The Times of India, fyri at hava kallað indisku áskoðararnar á Commonwealth Games svimjistevnuni fyri apukattar (“monkeys”). Á SwimNews.com verjir Craig Lord Schoeman, at tað ikki hevði nakað við húðarlitin at gera, men heldur at tey uppførdu seg sum apukattar (“monkeying around”). Trupulleikin var nevniliga, at tey ikki tagdu fyri tað um fyriskipararnir kravdu frið áðrenn startin, við tí úrsliti at millum annað Schoeman og Simon Burnett máttu upp at starta umaftur, eftir ein tjóvstart sum startarin dømdi at vera tí at áskoðararnir larmaðu ov illa.


Continue reading Schoeman kallaði indisku áskoðararnar fyri apukattar

Danir tikið út svimjarar til World Cup, EM og HM

Danska Svimjisambandið kunnger nú her teir svimjarar sum eru úttiknir til World Cup í Stockholm og EM á stuttgeil í Eindhoven, umframt teir sum eru ‘forhondsúttknir’ til HM á stuttgeil. Tríggir rættiliga áhugaverdir listar, har allur hópurin fer til World Cup í Stockholm, og har tey síðani verða býtt sundur í tey fýra bestu sum satsa uppá HM, og so hini sum fara til EM.
Continue reading Danir tikið út svimjarar til World Cup, EM og HM

Svimjihøllin á Oyrunum verður í stóran mun bygd fyri einki

Helgi Abrahamsen løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin setti herfyri fyrireikarnar av 50 metra hyli í Vági nakrar fyrispurningar í almennum brævi, týðiligvís ivasamur um verkætlanini. Hann vil vita hvussu tað ber til at byggja høllina fyri millum 12 og 13 milliónir, og brúkar annars vendingar sum til dømis at “hetta ljóðar sera óveruligt í mínum oyrum”, um tíðarætlanin hjá fyrireikarunum. Nú hava fyrireikararnir so svarað, millum annað her á Suðurrás.fo.


Continue reading Svimjihøllin á Oyrunum verður í stóran mun bygd fyri einki

Huegill vann 100 firvald í Delhi

Avstralski Geoff Huegill megnaði í dag at vinna 100 metra firvald á Commonwealth Games í Delhi, við næstbestu tíð í heiminum í ár. Hann er veruliga ein ‘comeback king’, við tað at hann er árgang 1979, ið eisini vann hesa grein á Commonwealth í 1998 og 2002, umframt HM gull á stuttgeil í 2002, men sum so gavst og tók so mikið nógv uppá, at hann skuldi tapa heili 45 kilo til at koma í form aftur. Les SwimNews.com
Continue reading Huegill vann 100 firvald í Delhi

Íslendska liðið er krútsterkt

Síggi her á sundsamband.is, at tey hava valt út nakrar av sínum allarbestu svimjarum, til landsdystin ímóti Føroyum í morgin. Jakob Jóhann Sveinsson er har, sum smyr okkum av í bringusvimjing, umframt Hrafnhildur Lúthersdóttur sum á Small States stevnuni í summar svam líka skjótt 400 metrar blandað, sum føroyska metið í 4×100 metra blandað liðsvimjing var inntil tá. Umframt ein rúgva av øðrum krútsterkum svimjarum …

PB281208
Continue reading Íslendska liðið er krútsterkt

Nakrir upplýsingar um ferðina til Íslands í morgin

Hestoy sendi nakrar upplýsingar út til svimjararnar í gjár, sum eg tí endurgevi her:

Liðið fer úr Vágunum fríggjadagin 8. oktober kl. 11:00. Gerið so væl og verið á flogvøllinum í seinasta lagið 1 tíma innan.

Minnist til passið!!!!!
Continue reading Nakrir upplýsingar um ferðina til Íslands í morgin