Býtt tweet frá Lochte

SCAQ bloggan skrivar “Quit being a jackdass!” um amerikanska Ryan Lochte, eftir at hesin á Twitter skrivaði “Just cruisin down the road… Wit my boi @rexgator44 !! Ya dig!! Jeah!!!” … við tilvísing til myndina av speedometrinum, ið vísti 166 MPH (267 km/t). Universal Sports skrivar eisini um hendingina, og hevur hug at knýta tað saman við nýfingna Audi R8 v10 sportsvogninum hjá Lochte, sum hann fekk mánadagin har hann tweetaði hetta mikudag.

Týskir ungdómar sóu Pál og hinar í Potsdam

Týska svimjiheimasíðan startblog skrivar her um “3. juniorsvimjidag 2011” sum svimjisambandið hjá statinum Brandenburg skipaði fyri, at tey millum annað har upplivdu at venja nær altjóða nøvnum sum ‘vara-evropameistaran’ Pál Joensen úr Føroyum, og olympiska meistaran Massimiliano Rosolino úr Italia.

Während im Rahmen des ebenso traditionellen Langstreckenlehrgangs des DSV deutsche und internationale Größen wie Vize-Europameister Pal Joensen (Färöer Inseln) oder Olympiasieger Massimiliano Rosolino (Italien) ungestört ihre Bahnen ziehen, tummelten sich 36 Kinder an 3 verschiedenen Stationen zum Thema “Schwimmen, Gleiten, Tauchen”.
Continue reading Týskir ungdómar sóu Pál og hinar í Potsdam

Kappingarskráin klár til Shanghai 2011

So er kappingarskráin klárt til heimsmeistarastevnuna á langgeil í Shanghai, sum hvat kappsvimjing viðvíkur verður frá 24. til 31. juli 2011. Skráin er nágreiniliga tann sama til sum HM í Rom í 2009, sum ikki líkar amerikanarum, við tað at Ryan Lochte tá skal svimja 400 blandað síðsta dag, heldur enn fyrsta. Kappingarhylurin er eisini um at verða klárur, løgið nokk við bara tak yvir áskoðararnar, hóast FINA í Rom lovaði at teir leikirnir fóru at verða teir síðstu yvirhøvur sum vórðu hildnir uttandura. Sí www.shanghai-fina2011.com

European Swimming Day 2011

Kekkar bjóðar í viðfesta skrivi til kapping millum evropeiskar bygdir og býir, at fáa so nógvar innbúgvarar sum gjørligt at svimja 100 metrar hin 1. juni 2011. Allar bygdir og allir býir kunnu luttaka sum eiga ein 25, 50 ella 100 metra svimjihyl, og kappast verður so í 5 bólkum, alt eftir um viðkomandi stað hevur upp til 1000, 5000, 20.000, 100.000 ella yvir 100.000 innbúgvarar. Sí www.european-day-of-swimming.com
Continue reading European Swimming Day 2011

Týskarar ávara um pinkubarnasvimjing

Týska umhvørvisráðið UBA ávarar nú í tíðindaskrivi um at lata pinkubørn undir 2 ár svimja í kloraðum innandura svimjihyljum, um títtleikin av astma er høgur í familjuni. Tey ráða hartil øllum svimjarum til at minka um vandan við at vaska seg betur, og svimjihallum til at skifta vatnreinsingina út við nýggjari og sunnari tøkni.
Continue reading Týskarar ávara um pinkubarnasvimjing

Ian Thorpe á veg aftur í hylin ?

Avstralski Ian Thorpe umhugsar sambært ‘manager’ sínum David Flaskas luttøku á OL í London, nú hann eftir eitt óhapp í 2008 uppdagaði svimjingina aftur. Hann gavst í 2006, men fór so at venja og svimja aftur í 2008, eftir at hann runt OL í Beijing breyt herðablaðið og fekk whiplash-skaða í styrkivenjing og bilóhappi. Thorpe hevur tó ikki fráboðað formliga enn at hann vil kappast aftur, og skal tí í øllum førum bíða í 9 mánaðir, vegna dopingreglurnar. Lesið her á Sydney Morning Herald.

Ian Thorpe

Photo courtesy of mtlin, cc by-nc-nd

Lochte og Alshammar eru ársins svimjarar sambært FINA

Altjóða svimjisambandið FINA hevur við atkvøðugreiðslu í ‘FINA familjuni’ valt amerikanska Ryan Lochte og svensku Therese Alshammar at vera ársins svimjarar 2010. Ryan Lochte fyri í Dubai at gerast fyrsti svimjari ið nakrantíð hevur vunnið 7 heiðursmerki á HM á stuttgeil, og Therese Alshammar fyri at vinna bæði tvey heiðursmerki á HM á stuttgeil, umframt samlaðu World Cup kappingina fyri kvinnur. Lesið her á SwimmingWorld Magazine

DSC_5534

Danir umhugsa at lata svimjifeløg yvirtaka skúlasvimjingina

Dansk Svømmeunion bjóðar her á svoem.dk kommunum og svimjifelagum til ‘inspiratións-seminar’, leygardagin 15. januar, at viðgera um svimjifeløg kunnu yvirtaka fólkaskúlaundirvísingina í svimjing. “I dag har kommunerne ansvaret for svømmeundervisningen af folkeskolens elever, men kan landets svømmeklubber løse opgaven billigere og bedre? Hvordan griber man denne opgave an, og hvad skal man være særlig opmærksom på?
Continue reading Danir umhugsa at lata svimjifeløg yvirtaka skúlasvimjingina

Undirvatnsvenjing við elastikki og partnara

Áhugaverd venjing her, hjá svimjarum frá University of Utah. Fyrsti maður svimur so skjótt sum gjørligt undir vatni við fitjum, bundin til næsta mann við einum av hesum langu elastikkum. Tá ið tað táttar í, fer næsti avstað og svimur uttan fitjur so skjótt sum gjørligt undir, sum merkir at hann fær hjálp frá tí sum togar til eyka ferð, meðan hin fær eyka mótstøðu.