Ekki er orka

Craig Townsend skrivar í greinini “Nervousness is Energy” um hvussu sjálvt gullvinnarar á OL í Sydney vóru fjálturstungnir upp undir finalu, hóast teir vórðu hildnir at vera sikrir vinnarar. So sum hann sigur, næstu ferð tú fært nervar upp undir kapping, so minst til at tað gera øll sum eru klár til geva sítt besta.

So actually, if a swimmer is NOT nervous at all, they may not have the power and energy available to them that a nervous swimmer possesses!
Continue reading Ekki er orka

Svimjing ger teg sterkari

Annika Olsen í SosialinumSosialurin hevði farna leygardag 14. januar eina grein um Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í innlendismálum, har hennara fortíð sum landsliðssvimjari fær lutfalsliga nógv pláss. Eg loyvi mær at endurgeva partin um hennara svimjitíð her, har vit millum annað kunnu lesa hvussu fyrrverandi løgtingskvinna og landsstýriskvinna Kristina Háfoss sigur um svimjingina, at eginleikarnar tú ognar tær sum ítróttarfólk, kunnu brúkast aftur í lívinum og yrkisleið.

“Lívið sum elituítróttarfólk lærir teg nógv um teg sjálvan, og tú verður ein sterkari persónur. Tað er nakað, sum kemur væl við í politikki og í lívinum annars.”
Continue reading Svimjing ger teg sterkari

Stórur áhugi fyri at svimjifeløg yvirtaka skúlasvimjingina í DK

Danska svimjisambandið skipaði farna leygardag fyri temadegi um skúlasvimjing, har svimjifeløg og kommunur skiftu orð um møguleikan at lata svimjifeløg yvirtaka skúlasvimjingina. Har var stórur áhugi sambært svoem.dk frá 12 kommunum og 37 svimjifeløgum, við 94 nøvnum á luttakaralistanum. Framløgurnar síggjast her, hjá umboðum frá ymisku áhugabólkunum, Dansk Idrætsforbund, Dansk Svømmeunion, Syddansk Universitet, Gentofte Kommune, Gentofte Svømmeklub og Horsens Svømmeklub.
Continue reading Stórur áhugi fyri at svimjifeløg yvirtaka skúlasvimjingina í DK

Laura Val setti 6 heimsmet í éinari kapping

Amerikanska Laura Val spilti ikki tíðina, tá ið hon í masters kapping í California luttók 1500 metra frísvimjing á stuttgeil, nú fyri aldursbólk bólk 60-64, og har setti heimsmet við splitt-tíðum 29.89 eftir 50 frí, 1:06.58 eftir 100 frí, 2:24.19 eftir 200 frí, 5:02.65 eftir 400 frí, 10:21.68 eftir 800 frí, fyri síðani at enda við heimsmeti 19:39.63 eisini í 1500 frí. Hon eigur nú øll heimsmetini í frísvimjing á stuttgeil, bæði fyri aldursbólk 55-59 og 60-64, umframt øll heimsmet í frísvimjing á langgeil fyri aldursbólk 55-59. Lesið her á SwimmingWorld Magazine.

Swimming is a Team Sport

Nøkur vísdómsorð frá Gary Hall Sr., pápa fimmfalda olympiska meistaran Gary Hall Jr., sum sjálvur vann silvur á OL í 68 og 72, umframt bronsu í 76. Hann tosar um hetta at hóast svimjararnir kappast ein og ein á hvør sínari geil, so krevur bæði venjing og kapping eitt samstarv millum fleiri menniskju.

(Fortsættelse følger)
Continue reading Swimming is a Team Sport

Tíð at umhugsa atgongumerki til OL 2012

Fyriskipararnir av OL 2012 skriva nú her á london2012.com, at latið verður upp fyri atgongumerkjasøluni tann 15. mars 2011, 6 vikur fram til 26. apríl 2011. Talan er ikki um eina ‘først-til-mølle’-skipan, men heldur okkurt slag av ‘ballot’ skipan, har tey velja út hvørji sum skulu kunna fáa billett. Tey vísa annars til skrásetingarskipanina her, har 2 milliónir menniskju longu hava skrásett seg, at fáa kunning um nær og hvussu søkjast kann.

Remember, @London2012 Olympics tickets are NOT 1st-come 1st-served. Take your time! You can apply any day between 15 Mar and 26 Aprless than a minute ago via web