Í morgin fáa vit smekk :-)

Av tí at so nógv lond hava meldað til 4×100 frí uttan tilmeldingartíð, so eru vit við lutakasti endaði mitt í einum riðli, sum inniheldur alt sum kann grulva og ganga av heimsins bestu liðum, íroknað heiðursmerkjavinnararnar frá HM 2024.

Føroyar 4×100 blandað á HM 2025. Photo courtesy of Honest Media
Continue reading Í morgin fáa vit smekk 🙂

Svimjingin kann nú søkja um nógv meira úr Úrvalsskipanini

Ávaring: Her verður nokk so nógv rokning og hartil í ávísan mun gitingar, til at meta um hvussu nógv Svimjisambandið kann søkja úr Úrvalsskipanini til í 2026. Talan er um nýggja skipan, og vit kenna tí ikki enn allar krókar í henni.

Lea 100 bringu á HM 2025. Photo courtesy of Honor Media
Continue reading Svimjingin kann nú søkja um nógv meira úr Úrvalsskipanini

Føroyar 4:12.80 og nr 29 í 4×100 blandað á HM 2025

Mix-liðið hjá okkum (2006, SSF) megnaði í dag at svimja seg til úrslitið 4:12.80 og eina plasering sum nr 29 av 38 í 4×100 blandað, nú á HM 2025 í Singapore. Harvið rukku tey málsetningin hjá okkum til hesa stevnu, at klára kravið til stig 2 í Úrvalsskipan ÍSF, sum er topp-32 á HM, EM ella OL. Sí úrslitalistan her á omegatiming.com

Føroyar 4×100 blandað á HM 2025. Photo courtesy of Honest Media
Continue reading Føroyar 4:12.80 og nr 29 í 4×100 blandað á HM 2025

Bjarta 31.79 í 50 rygg á HM 2025

Bjarta í Lágabø (2009, SuSvim) megnaði í dag at svimja seg til úrslitið 31.79 og eina plasering sum nr 53 av 63 í 50 rygg, nú á HM 2025 í Singapore. Besta tíð hjá henni nakrantíð, er 30.67 frá Reykjavík International Games í januar mánaða. Sí úrslitalistan her á omegatiming.com

Bjarta 50 rygg á HM 2025. Photo courtesy of Honest Media

Líggjas 8:21.60 og nr 24 í 800 frí á HM 2025

Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í dag at svimja seg til úrslitið 8:21.60 og eina plasering sum nr 24 av 26 í 800 frí, nú á HM 2025 í Singapore. Hetta er ruddiliga undir kravið til at verða á stigi 2 í Úrvalsskipan ÍSF. Sí úrslitalistan her á omegatiming.com

Líggjas 800 frí á HM 2025. Photo courtesy of Honest Media

Isak 2:04.17 og nr 32 í 200 firvald á HM 2025

Isak D. Brisenfeldt (2006, HS) megnaði í dag at svimja seg til úrslitið 2:04.17 og eina plasering sum nr 32 av 37 í 200 firvald, nú á HM 2025 í Singapore. Hetta er eksakt kravið til at verða á stigi 2 í Úrvalsskipan ÍSF. Sí úrslitalistan her á omegatiming.com

Isak 200 firvald á HM 2025 í Singapore. Photo courtesy of Honest Media