Týskarar ávara um pinkubarnasvimjing

Týska umhvørvisráðið UBA ávarar nú í tíðindaskrivi um at lata pinkubørn undir 2 ár svimja í kloraðum innandura svimjihyljum, um títtleikin av astma er høgur í familjuni. Tey ráða hartil øllum svimjarum til at minka um vandan við at vaska seg betur, og svimjihallum til at skifta vatnreinsingina út við nýggjari og sunnari tøkni.

Trupulleikin er evnið nitrogen trichloride (trichloramine), sum verður gjørt tá ið klorvatn reagerar við land, sveitta og øðrum lívrunnum evnum frá skittligum svimjarum. Tey hava ein mistanka um at hetta evnið skaðar lunguni hjá serliga pinkubørnum, men fáa ikki endaliga staðfest tað enn. Til tað er gjørt, halda tey tó at tað er góð fyribyrging at halda yngstu børnini burtur frá kloraðum svimjihallum, og at minnast til brúsubaðið áðrenn svimjing.

Jochen Flasbarth forseti í UBA leggur tó áherslu á at svimjing er sunt fyri børn og vaksin. Trupulleikin kann loysast við hesum fyribyrgingarháttum, at skifta vatnreinsingina út við nýggjari og betri tøkni, og at minnast til ikki at fara skiftin í hylin.

„Schwimmen ist gesund für Kinder und Erwachsene. Damit das so bleibt, sollte jede und jeder durch gründliches Duschen vor dem Baden dazu beitragen, dass es nicht zu Gesundheitsgefahren durch Trichloramin kommt.“

Ein belgisk kanning staðfesti í 2006 at astmasymptonini vuksu betýðiliga hjá 13-14 ára gomlum svimjarum sum svumu innandura heldur enn uttandura. Og ein bretsk kanning staðfesti í 2003 høgar nøgdir trichloramine-proteinum í blóðinum á ungum svimjarum, og í blóðinum á foreldrunum sum ikki svumu men bara vóru nógv á kantinum.

Astma er ein vaksandi heilsutrupulleiki í heiminum, uttan at fólk heilt vita hví. Mistankarnir eru nógvir, at astma kann skyldast ovurfiti, arvaeginleikar, royking, lá føðivekt, luftdálking, støvmidur í heimunum og onnur allergen. Sterkar kenslur og veðrið kunnu sambært tíðindum á AFP forsterka sjúkutekinini, umframt sum vit vita vælsagtans hørð, aerob venjing.

One thought on “Týskarar ávara um pinkubarnasvimjing”

  1. Hetta við klorinum er eftirhondini væl og virðiliga staðfest, og kann loysast við at skifta vatnreinsingina út við (danskari) tøkni sum á Bernstorffsminde Efterskole.

    ‘In other news’, so kunnu hjartastartarar fáast fyri bara 12500 krónur, sum hasin ið skúvoyingar settu upp nú í vikuskiftinum. Teir eru staðfestir at beinleiðis kunna bjarga lívum.

    Her er ikki ordiliga nøkur umbering, at gera okkurt munagott og neyðugt fyri fólkaheilsuna. Tvørtur í móti er tað eftir mínum tykki ein skomm at blíva við við at ignorera trupulleikar sum eru so væl staðfestir.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.