Danir umhugsa at lata svimjifeløg yvirtaka skúlasvimjingina

Dansk Svømmeunion bjóðar her á svoem.dk kommunum og svimjifelagum til ‘inspiratións-seminar’, leygardagin 15. januar, at viðgera um svimjifeløg kunnu yvirtaka fólkaskúlaundirvísingina í svimjing. “I dag har kommunerne ansvaret for svømmeundervisningen af folkeskolens elever, men kan landets svømmeklubber løse opgaven billigere og bedre? Hvordan griber man denne opgave an, og hvad skal man være særlig opmærksom på?

Eftir øllum at døma verður hesin tanki longu vendur í donskum kommunum, at lata lokalu svimjifeløgini um at læra børnini at svimja. Fleiri donsk svimjifeløg hava longu royndir við hesum, og tingast við kommunurnar um at yvirtaka. Kommunur hava ynski og áhuga í at lata svimjifeløgini yvirtaka, millum annað vælsagtans tí at tað er lættari og bíligari at útveita tænastuna til hesi sum ikki fáast við annað allíkavæl.

Ráðstevnan er fyri svimjifeløg og kommunur, og fer millum annað at umfata framløgu av eini greining hjá Syddansk Universitet (SDU), SVØM og DIF, av donsku skúlasvimjingini. Tilmeldingarfreistin er nú mánadagin 10. januar, men gev gætur at tað heila er ætlað donskum svimjifeløgum og kommunum, og tí møguliga ikki nakað sum vit kunnu taka lut í.

One thought on “Danir umhugsa at lata svimjifeløg yvirtaka skúlasvimjingina”

  1. Eg kann bara fyristilla mær at okkurt fakfelag sær reytt.

    Annars eftir mínum tykki eitt gott hugskot, um man hugsar um næmingin. Nógv heldur hava ein sum lærara ið aktivt hevur ynskt at læra onnur at svimja, enn til dømis ein fysikklærari sum tilfeldigvís eisini tók svimjilæraraprógv, og sum nú skal fáa tímarnar at passa.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.