Jeanette Ottesen venur nú heldur við norðmonnum

Danska Jeanette Ottesen fer nú sunnudagin á venjingarlegu í Teilandi saman við norskum svimjarum, sambært henni sjálvari tí at hon er troytt av venjingarlegum saman við danska landsliðnum. Hon følir at hon verður noydd at gera nakað nú, um hon skal kunna vinna gull á OL í London 2012, og avdúkar hartil at hon tá ætlar at gevast við úrvalssvimjingini. Sí innslag her á TV2.dk.

Jeg er altid sammen med det danske landshold og jeg får meget hurtigt lejr-kuller, og derfor kunne jeg godt tænke mig at prøve noget nyt.” … “Jeg er nået til det punkt hvor jeg faktiskt er lidt træt af det og jeg gerne vil være sammen med nogle andre mennesker end jeg er vant til.” … “Jeg er træt af at blive nummer to, jeg er træt af at blive nummer tre, jeg vil gerne være nummer ét, så jeg bliver nødt til at gøre noget nu.”

Upptøkuhølið til The Morning Swim Show er teldugjørt (!)

Sat sum ikki einaferð og leitaði eftir loysnum til heimasíðuna her, og fann tá knappliga hesa síðu har framleiðararnir av Tricaster sjónvarpsútgerð reklamera fyri møguleikanum at hava ‘virtuelt studio‘ – altso at filma sjónvarpsfólkið frammanfyri einum bláum skermi, og so lata Tricaster telduna um at tekna eitt studio rundan um mannin. Íroknað borð og bakgrund við flatskermi, har teldan teknar skuggar av manninum á vegginum aftanfyri, og speglar hann í borðinum.

Er tað bara eg, ella minnir hatta demo upptøkuhølið ikki óalmindeliga nógv um hølið í The Morning Swim Show ?


Continue reading Upptøkuhølið til The Morning Swim Show er teldugjørt (!)

Bagsværd Svømmehal fingið Poseidon trygdarskipanina

Bagsværd Svømmehal hevur sum fyrsta svimjihøll í danska kongaríkinum fingið sær sonevndu Poseidon trygdarskipanina, sum við videotólum og teldu kann staðfesta um nakar hevur ligið stillur (og harvið møguliga druknaður) undir vatnskorpuni í meira enn 10 sekund. Royndir vísa at tað hevur stóran týdning at bjarga druknaðum fólki innan 30 sekund, um tey skulu kunna fáast til lívs aftur uttan mein, og tá ið so lívbjargarar til tíðir kunnu hava trupult við at síggja niður á botn í óróligum vatni, so er tað sjálvsagt at telduyvirvøka má til. Sí tíðindi á SwimNews.dk og video á dr.dk.

Sullivan fingið vatntættan MP3-spælara við walkie-talkie

Avstralski sprintarin Eamon Sullivan skrivar her á twitter.com: “Just got given this waterproof mp3 player with walkie talkie for my coach to talk to me while I’m swimming. http://plixi.com/p/67791927“. Út í frá myndini sær tað út til at í øllum førum walkie talkie parturin er frá avstralsku Oricom.

Synkronsvimjing fyri menn ?

Onkur minnist kanska greinina her um svenska skemtifilmin “Allt flyter”, um nakrar menn sum fóru í holtur við synkronsvimjing. Eftir øllum at døma ‘stof til eftertanke’, tí nú spjaðist ein dokumentarfilmur kallaður “Män som simmar” til USA og alt møguligt um Stockholm Konstsim Herr, sum møøguliga upprunaliga var ein joke, men sum tó hevur úr at gera við at ferðast runt og vísa sínar kynstir … og sum eftir øllum at døma vunnu gull á Men’s Cup III í Milano í 2009.

Män som simmar from Folkets Bio on Vimeo.

Continue reading Synkronsvimjing fyri menn ?

Finis SwimSense telur tøkini fyri teg

Finis Inc lanserar nú “SwimSense Performance Monitor”, sum sambært teimum kann telja longdir og harvið strekki sum tú svimur, umframt tøkini í firvald, rygg, bringu og frí. Urið sær mun á greinunum við at týða rørslumynstrið, og goymir leypandi splitt-tíðir, ferð og líknandi, so at tú kanst greina venjingina á teldu aftaná, og hyggja at seinastu 14 venjingunum á sjálvum urinum eisini. Tað roknar leypandi út SWOLF- ella ‘svimjigolf’-skoruna eisini, sum er tíð + tøk fyri eitt ávíst strekki, sum er ein háttur at meta um hvussu effektiv tøkini eru. Urið kostar umleið 200 dollarar ‘over there’, og fæst nú frá www.finisinc.com.


Continue reading Finis SwimSense telur tøkini fyri teg

Figge svimur úr USA til Hawaii

Amerikanska Jennifer Figge fór nú Nýggjársaftan undir at svimja frá Cabo San Lucas í Meksiko til Hawaii, sum er eitt strekki á 3000 sjómíl. 58 ára gamla dáman svam í 2009 tvørtur um Atlantshavið, men hevur valt ein heldur kontroversiellan máta, har hon svimur ‘bara’ um dagin, fyri síðani at reka við streyminum í báti um náttina. Strekkið sum hon svam tá var tilsamans 250 sjómíl, har longsta strekkið hon svam út-í-eitt var 28 sjómíl uppá 12 tímar. Og bragdið í mai mánaða 2009, tá ið samlaða strekkið gjørdist 300 sjómíl. Lesið her á DesMoinesRegister.com og sí www.jenniferfigge.com.

FINA lanserað nýggja styrkismetingarskipan

Altjóða svimjisambandið FINA fráboðar nú at tey hava lanserað eina nýggja og betri skipan til innanhýsis styrkismeting av alheims svimjarum, at finna her á fina.org. Til ber at samanbera svimjarar úr øllum heiminum ella til dømis frá bara einum ávísum landi, og sum nakað nýtt kunnu tey 202 limafeløgini nú sjálvi senda inn eyka úrslit, sum so verða eftirkannað av serkønum fólki hjá FINA. Skipanin verður rættiliga skjótt víðkað til eisini at umfata eina skipan til at melda til HM í Shanghai, og hartil ætla tey at gera tað gjørligt hjá miðlum og almenninginum sum heild at heinta biografiir um svimjararnar úr henni.

Pál aftur á Battle Camp í Potsdam

Pál Joensen fór í gjár til Potsdam í Týsklandi, at venja á næstu Battle Training Camp har. Hann er hesuferð einsamallur avstað, at venja saman við bestu týsku svimjarunum minus Biedermann frá 200 og uppeftir, umframt italiumonnum sum Pizzetti, Marin, Puche og Rossolino. Endamálið við Potsdam Battle Training Camp, er at fáa savnað nakrar av bestu evropeisku langteinarum til veruliga harða venjing, til at standa seg betri ímóti kraftsentrunum í USA og líknandi.