European Swimming Day 2011

Kekkar bjóðar í viðfesta skrivi til kapping millum evropeiskar bygdir og býir, at fáa so nógvar innbúgvarar sum gjørligt at svimja 100 metrar hin 1. juni 2011. Allar bygdir og allir býir kunnu luttaka sum eiga ein 25, 50 ella 100 metra svimjihyl, og kappast verður so í 5 bólkum, alt eftir um viðkomandi stað hevur upp til 1000, 5000, 20.000, 100.000 ella yvir 100.000 innbúgvarar. Sí www.european-day-of-swimming.com

Byrjað verður 1. juni 2011 klokkan 8:00, og bygdin ella býurin hevur so til klokkan 22:00 at fáa so nógvar fastbúgvandi og fyribils búgvandi íbúgvarar at møta upp og svimja hvør sínar 100 metrar. Bygdin ella býurin má melda til á www.european-day-of-swimming.com áðrenn 15. mai 2011, og stendur so eisini fyri at senda talið av luttakarum aftur til fyriskipararnar av kappingini á kvøldi hin 1. juni.

Í Føroyum eru tað tíverri einans Tórshavn, Vágur og Klaksvík sum kunnu luttaka, vegna kravið um at svimjast skal í 25, 50 ella 100 metra hyli.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.