Jeanette Ottesen er ársins ítróttarfólk á Amager

Jeanette Ottesen hevur við atkvøðugreiðslu vunnið Amager Bladets Idrætspris, fyri ársins størsta og mest merkisverda ítróttaravrik hjá oynni. Hetta fyri at vinna silvur í 50 firvald á EM í Budapest við donskum meti 25.69, 1 gull og 2 silvur á World Cup í Moskva, og bronsu í 50 firvald á HM í Dubai. Lesið blaðið her.

Týskarar ávara um dopingvanda í mati og í tatoveringum

Týski antidopingstovnurin NADA og Deutsche Sporthochschule Köln hava sent út hvør sína ávaring, um vandan við at ítróttarfólk fara til Kina. 28 týskir súkklarar komu nýliga aftur úr Kina, harav 22 vórðu testaðir positiv fyri Clenbuterol, sum kann vera íkomið av tí at man til tíðir finnir tað í kjøti úr ES og í matoljum í Kina og aðrastaðni í Asia.

Clenbuterol er dopingevnið sum amerikanska Jessica Hardy varð dømd 2 ára karantenu fyri at hava tikið í 2008 , fyri síðani at fáa dómin minkaðan til 1 ár, av tí at tey hildu at tað kundi verið íkomið vegna dálkað kosttilskot.

Týskir granskarar í Karlsruhe ávara eisini, at litevni í tatoveringum er ein heilsuvandi sum kann vera krabbaelvandi, og sum í umleið 30 prosent av førunum er á listanum yvir dopingevni.

Lesið her á SwimmingWorld Magazine.

Erling skipaði fyri brandvenjing á Akureyri

Túrurin hjá Havnar Svimjifelag til Akureyris er av sonnum ein venjingarlega, har tey ikki bara skíða langrenn og alpint og senda svimjararnar í hylin, men eisini aktivera aðrar gestir og vaktir á vallaraheiminum. Úr dagbókini hendan dag 3, har Beinta, Lív og Rutt skriva:

Seinni fóru vit at svimjivenja í `Sundlaug Akureyri´, sum er svimjihylurin her í Akureyri. Í meðan vit svomu, gjørdi Erling karrybollar til døgurða á vallarheiminum. Tá hendi eitt lítið óhapp. Karrybrenningin (ið er tilætlað) gjørdist eitt sindur ógvuslig og setti roykvarnararnar á vallaraheiminum í gongd. Aðrir gestir gingu panikkslignir og runnu úti á gangunum, til vaktarfólk komu til staðið á tveimum hjólum. Tey kundu tó skjótt staðfesta, at tað bara var eitt sindur av “matosa” og eingin eldur. Karrybollarnir vóru ómetaliga fantastiskir. Faktiskt halda vit ikki vit hava smakkað betri karrybollar í lívinum nakrantíð ella nakrastaðni.

[Tested on February 21st by Erling Eidesgaard]

Hylurin á Isle of Wight er ov stuttur

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Fyriskipararnir av komandi svimjistevnu á Oyggjaleikum hava í skrivi fráboðað luttakarunum, at oyggjaleikahylurin á Isle of Wight ikki lýkur krøvini hjá altjóða svimjisambandinum FINA. Trupulleikin er at hylurin er nakrar millimetrar ov stuttur, sum merkir at úrslit svomin har ikki kunnu góðtakast sum offisiell úrslit í FINA høpi.

CIMG9916
Continue reading Hylurin á Isle of Wight er ov stuttur

Mellouli er í topp-form

SwimNews.com skrivar her um tunesiska Oussama Mellouli, at hann á Missouri Grand Prix í vikuskiftnum vísti óvanliga góðan form so mikið tíðliga á árinum, tá ið hann í 1500 frí á langgeil vann gull við tíðini 15:01.65. Mellouli hevur sambært SwimNews ‘bara’ verið 8 ferðir undir 15 minuttir í 1500 frí, harav tað 2 ferðir var undir 14:50, og 2 ferðir undir 14:40. Besta tíð tíðliga á árinum var 14:59.97 í apríl mánaða í 2009, sama ár sum hann vann 1500 frí á HM í Rom.
Continue reading Mellouli er í topp-form

Sannur skaldskapur á hs.fo

Tað kann viðmælast einum og hvørjum við einum lítlum rithøvunda í búkinum, at kaga inn á www.hs.fo, har HS-svimjararnir í Íslandi í hesum døgum skriva dagbók. Í dag vóru tað Pauli, Dánjal, Tummas, Magnus og Bartal sum drógu saman um dag 2 á venjingarleguni, við orðum sum eru norðurlendska bókmentavirðisløn verdug … so vítt eg veit uttan at hava fingið nakra starvsløn yvirhøvur afturfyri.

Sólin skein og grasið kitlaði undir fótinum, og í tí lítlu ánni bar til at síggja spegilsmyndina av sær sjálvum. Beint uppi yvir høvdinum sást ein firvaldur, spakuliga gjørdi hesin firvaldur seg til reiðar at seta seg á peikifingurin, men beint áðrenn hann setti seg hoyrdist eitt galróp: “Komi upp!” … í durinum stóð ein, vombasíður reyðhærdur maður, tað var hann ið hevði vakt hópin í kamarið 20

[Picture courtesy of Herr Tessner & Co]

Úrslit frá Ægir stevnuni 19. – 20. februar 2011

Viðfest eru úrslitini frá Ægir stevnuni í gjár og í dag, umframt RE- og lef-fílur til hagtalsbrúk. Saman um tikið vann Suðuroyar Svimjifelag flest heiðursmerki – 26 gull, 18 silvur og 7 bronsu – meðan Ægir varð nummar tvey við 20 gull, 8 silvur og 6 bronsu, og Svimjifelagið FLOT nummar trý við 16 gull, 7 silvur og 5 bronsu.

CIMG5796

Cecilia Eysturdal úr Ægir setti 4 juniormet í 200, 400, 800 og 1500 frí, umframt at klára kravtíð til evropeisku meistarastevnuna í Beograd í summar. Turið S. Christiansen úr Ægir setti juniormet í 200 bringu, og Birita Debes úr FLOT nýtt juniormet í 50 frí.

Hartil vann Alvi Hjelm úr Ægir sær silvurnál við stjørnu í 800 frí, Erna Katrin Olsen silvurnál við stjørnu í 1500 frí, Eva Trygvadóttur úr Ægir silvurnál við stjørnu í 50 bringu, og Krista Mørkøre úr Ægir bronsunál í 50 frí.
Continue reading Úrslit frá Ægir stevnuni 19. – 20. februar 2011