Sannur skaldskapur á hs.fo

Tað kann viðmælast einum og hvørjum við einum lítlum rithøvunda í búkinum, at kaga inn á www.hs.fo, har HS-svimjararnir í Íslandi í hesum døgum skriva dagbók. Í dag vóru tað Pauli, Dánjal, Tummas, Magnus og Bartal sum drógu saman um dag 2 á venjingarleguni, við orðum sum eru norðurlendska bókmentavirðisløn verdug … so vítt eg veit uttan at hava fingið nakra starvsløn yvirhøvur afturfyri.

Sólin skein og grasið kitlaði undir fótinum, og í tí lítlu ánni bar til at síggja spegilsmyndina av sær sjálvum. Beint uppi yvir høvdinum sást ein firvaldur, spakuliga gjørdi hesin firvaldur seg til reiðar at seta seg á peikifingurin, men beint áðrenn hann setti seg hoyrdist eitt galróp: “Komi upp!” … í durinum stóð ein, vombasíður reyðhærdur maður, tað var hann ið hevði vakt hópin í kamarið 20

[Picture courtesy of Herr Tessner & Co]

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.