Nýggjasta av Akureyri er at HS-ararnir í dag sloppu at royna at skíða í mótibrekku, 480 metrar hæddarmun við miðalhall á 15 stig og mestahall á 22 stig. Løgin orðing har, at Guðmundur vann, hóast Dánjal og Marius vóru teir einastu (saman við gentunum) ið ikki snýttu við at taka skíðirnar av.
Video frá ‘clinic’ við Dunford og Korotyshkin
Arena & italska ADN Swim Project skipaðu herfyri fyri eini ‘clinic’ (stuttari ráðstevnu/venjingarlegu) í Riccione í Italia, har ungir svimjarar sloppu at hoyra, síggja og fáa leiðbeining frá kenjanska Jason Dunford og russiska Evgeny Korotyshkin.
Continue reading Video frá ‘clinic’ við Dunford og Korotyshkin
Brandvenjing 2 á Akureyri
A ja, tey eru við at koma á lagið, har vesturi í Íslandi, nú Havnar Svimjifelag hevur verið á venjingarlegu á Akureyri í einar 6 dagar. Svimjing í kulda og regni um morgunin, skíðing so frætt sum tey nú duga út á dagin, og so brandvenjing afturvið matgerðini. Sí eisini myndir.
“Tá vit komu heim aftur á vallaraheimið, fingu vit stokt flak til døgverða. Og av tí at fá tóku undir við seinastu brandvenjing, valdu nøkur at gera pannukøkur, og sum vant setti hetta brandalarmin í gongd. Vaktarfólk komu aftur á staðið á tveimum hjólum – hesuferð í tveimum bilum.”
SwimBrowser, ein kagi til svimjarar ?
David Stolarsky hevur uppfunnið hendan kagan kallaður SwimBrowser, sum ger at man við hjálp av Kinect til Xbox kann leita runt á internetinum, við rørslum sum minna mest um bringusvimjing. Nú mangla vit bara ein vatntættan telduskerm á botninum, til at kunna vera á Facebook eisini í hylinum 🙂
(Kinect/OpenNI) SwimBrowser v 0.0.0.0 from David Stolarsky on Vimeo.
The Race Club um hvussu beinini styrkja tøkini
Gary Hall Senior greiðir her frá hvussu góð beinspørk styðja og styrkja tøkini. Har verða víst nøkur góð landøvilsi eisini, til at styrkja beinsparkið og bulin, umframt venjingar í hylinum.
Orðaskifti um langhyl í Løgtinginum
Høgni Hoydal hevði tveir munnligar fyrispurningar á tinginum í dag til Helenu Dam á Neystabø, har hann spurdi
- Hvørjar fyrireikingar og uppskot hevur landsstýriskvinnan gjørt í sambandi við at stuðla verkætlanini hjá einum áhugabólki í Suðuroy um ein 50 m hyl, sum skal liggja á Oyrunum í Vági?
- Nær fer landsstýriskvinnan at leggja eitt uppskot fyri Tingið um hetta málið?
Umframt Høgni og Helena komu Bill Justinussen, Bjørt Samuelsen, Mikkjal Sørensen, Bjørn Kalsø og Helgi Abrahamsen við viðmerkingum.
Munnligur fyrispurningur um langhyl 23022011 by Svimjing
Politikarar hava svikið (svimji)ítróttin
Sterk grein her á sportanalyse.no, har fyrrverandi forseti í Norsk Svømmeforbund ákærir politikararnarnar fyri at renna undan sínum lyftum, og niðurraðfesta bygging av svimjihallum, hóast svimjing er tann ítróttur sum bjóðar flestum rørslutilboð, líka mikið aldur, brek og sosiala støðu. Har er serliga eitt brot sum er ógvuliga aktuelt eisini her í Føroyum beint nú, um tørvin á hyljum í 25 og 50 metra stødd.
“Det sies at vi har mange svømmeanlegg i Norge. Av de ca 1000 basseng vi har, er ca. 80 % små opplæringsbasseng som ikke har kapasitet ut over en gruppe på maksimum 12 – 14 personer av gangen. Disse anleggene er i dagens situasjon ikke egnet til idrettslig aktivitet ut over grunnopplæring. Svømmeidrettens anlegg skal ha basseng med en lengde på 25 eller 50 meter med fullverdige stupinstallasjoner, fortrinnsvis i eget basseng.. Dette er basseng som har kapasitet til å imøtekomme behovet både for organisert i drett og egenorganisert fysisk aktivitet, forutsatt at de finnes i et antall som er tilpasset befolkningens størrelse og er åpne.”
Mjørkasvimjing og leiðararoks á Akureyri
Dag 5 eru tað Annika, Bjørk, Edit og Kristina sum skriva um venjingarleguna á Akureyri, har tey í dag fingu roynt uttandura mjørkasvimjing áðrenn sólin kom upp. Leiðararnir ljóða hinvegin sum um teir ongantíð hava verið heiman í frá, soleiðis sum teir kasta við matvørunum, gloyma ting eftir og skíða helvt-um-helvt í stúlvunum hjá hvørjum øðrum.
Vit vórðu tó eitt sindur seinka av, at Gudmundur leitaði eftir Markusi, og hálvan vegin niðan, fann Gudmundur útav at hann manglaði skistúlvarnar. Tá noyddust vit at venda við. Hetta var tó ikki líka ringt sum tað, Erling gjørdi í gjár. Hann hevði av misgáum tikið EIN skistúlva hjá Janusi. Hann merkti ikki nakað til hetta, og skiðaði við honum í ein heilan dag. Ikki fyrrenn Janus fortelur honum hetta, finnur hann útav, at tað var hann, ið hevði tikið skeivan stúlva. Tá høvdu øll í skiðútleiðinginið longu hoyrt hesa søgu um tápulingin, sum skiðaði við tveimum ymsum støddum.
[Speileggs on the rocks, courtesy of Jákup]
Løgmaður stuðlar langhylinum í Vági
Kaj Leo Johannesen segði í tíðindasendingina á Rás2 í dag, at hann stuðlar verkætlanini í Vági, og at eitt uppskot um játtan til ætlaða stuðulin frá Landinum á 4 milliónir krónur kemur í Løgtingið í hesari vikuni. Hann sigur at úrslitini hjá Páli Joensen og øðrum føroyskum svimjarum eru so mikið góð, at við eiga at fáa ein altjóða góðkendan langhyl. “Tað hevði verið ein ótrúliga góð branding av Føroyum fyri ein sámiligan prís” , sigur Løgmaður. Lesið her á Portalinum.
Karasjok eigur ídnasta svimjihyl í Noregi
Norska Svimjisambandið skipar fyri tíðina fyri einum átaki kallað “Svøm deg til Playitas“, har svimjihallir kappast um at fáa so nógv vaksin sum gjørligt at svimja 10.000 metrar áðrenn 31. mars 2011, og so nógv sum gjørligt at svimja 2.500 metrar áðrenn tá. Tey vaksnu kappast um ein túr fyri tvey til Playitas á Kanarisku oyggjunum, og børnini um billett til alla familjuna. Kappast varð eisini um hvør svimjihøll sum kláraði at marknaðarføra hetta best, har høllin í Karasjok vann, heilt har uppi í Sámalandi, við at hava fingið 6% av íbúgvarunum at luttaka, til nú við tilsamans 2 milliardum metrum. Lesið her á NRK.
Trífalt hurrá fyri Karasjok