Edington rakar bollan í mars ?

Avstralska Sophie Edingthon stuðlar í videoini her niðanfyri avstralska átakinum World’s Greatest Shave, har tey tann 10. – 12. mars 2011 annaðhvørt raka hárið av høvdinum, ella lita tað til at stuðla stríðnum ímóti blóðkrabba.



Søgan sigur einki um hvussu vítt hon velur at raka sær ella bara lita tað … men eitt kvalifiserað git at hon velur at bara lita tað, síðani tey í navninum á videoini hjá henni hava broytt sloganið hjá átakinum frá “Be Brave and Shave”, til (minni fangandi) “Be Brave and Shave or Colour”.

Onnur hava tó verið djørv:

Edington vann 2 gull í stafettunum á HM á langgeil í Montreal 2005, umframt gull á HM á stuttgeil í 2004 og 2006 eisini.

One thought on “Edington rakar bollan í mars ?”

  1. Eg skal raka mær bollan, tað skal ikki standa á. At lita gevur kanska ikki so nógva meining… hjá mær altso 😉

    Men til tað seriøsa, hetta er gott, og eg frøðist um at ein svimjari er við.

    Be Brave and Shave

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.