Birita 26.54 og juniormet í 50 frí

Birita Debes úr FLOT setti í áðni nýtt føroyskt juniormet í 50 metra frísvimjing, við tíðini 26.54 har juniormetið hjá henni frá FM 2010 var 27.03. Ein betring á næstan eitt heilt hálvt sekund, og bara 5 hundraðpartar frá føroyska metinum á 26.49, sum Shaila millum Garðarnar svam á evropeisku stuttgeilameistarastevnuni í Rijeka í 2008.

Cecilia nýtt juniormet í 400 frí

Cecilia Eysturdal úr Ægir setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt juniormet í 400 metra frísvimjing, við tíðini 4:25.58 har juniormetið hjá henni frá X-mas Sprint kappingini hjá HS í desember var 4:29.86. Hon hevur harvið kvalifiserað seg til evropeisku juniormeistarastevnuna í Beograd í summar, har kravtíðin hjá hennara árgangi var 4:25.85. Og hon er aftur í hesari greinini nær kravtíðini til Oyggjaleikir í summar, sum er 4:23.46.

Pál á Speed Endurance Swimming Blog

Nú nevndi Speed Endurance Swimming Blog eisini Pál Joensen, enntá við rós til hesa stakkars heimasíðu …

I first saw this on the excellent svimjing a few months ago, but for some reason didn’t post here. Well, time to correct my mistake. Just a great way to spend 3:36 of your life.


Continue reading Pál á Speed Endurance Swimming Blog

Turið juniormet í 200 bringu

Turið S. Christiansen úr Ægir setti fyri løtu síðani nýtt juniormet í 200 metra bringusvimjing, við tíðini 2:40.07, har juniormetið hjá henni frá Ægir stevnu í oktober mánaða í fjør var 2:40.30. Nýggja metið var bara 3 tíggjundapartar frá kravtíðini til Oyggjaleikir á 2:39.72, sum kanska forklárar hví at tey tó so ikki vóru heilt nøgd, her norðuri.

Turið og Petur Heðin eftirmeta juniormetið í 200 bringu

Cecilia juniormet í 800 og 1500 frí

CIMG3338Cecilia Eysturdal úr Ægir setti í dag føroyskt juniormet í 1500 frí, við tíðini 17:33.16 har juniormet hennara frá FM í fjør var 18:30.11. Splitt-tíðin hjá henni eftir 800 frí á 9:18.01 var eisini føroyskt juniormet, í mun til metið hjá henni frá NJM í desember á 9:20.65. Altso tvey juniormet í somu kapping, og ein betring á næstan 1 heilan minutt, og bara tvey sekund frá gullnálakravtíðini á 17:31.05.

Pál Joensen spyr Løgmann hvar stuðulin blívur av

Pál Joensen hevur her um dagarnar sent Løgmanni bræv, at spyrja hvar tær 4 milliónirnar blíva av, sum Landið eftir ætlan skuldi veita til langhyl í Vági. Landið hevði lovað Svimjihøllini á Oyrunum stuðul, síðuleypandi við at tey lovaðu Saltsiloini á Drelnesi langt meira stuðul … men er nú farið víðari við ætlanunum um at veita SALT verkætlanini stuðul, uttan at nevna orð ella ei um langhylin. Stóri spurningurin er nú, um politikararnir eru til at líta á, ella um Pál má rýma uttanlands at venja eftir summarferiuna.

ÚF 1802111800 – Pál spyr eftir langhyli by svimjing

On-Sport.dk tosar við Mie Ø. Nielsen

Danska ítróttarrásin www.on-sport.dk tosar her við Mie Ø. Nielsen, sum vann 7 gullheiðursmerki á NJM 2010, hóast hon hoyrdi til yngra árgangin av teimum báðum sum kundu luttaka tá. Tey tosa eisini við íslendska venjara hennara Eyleifur ‘Leivi’ Jóhannesson, og við pápan Benny Nielsen sum vann silvur á OL í Beijing í 1988. Annars áhugavert at hoyra um hasa skipanina hon kann brúka, við serligum úrvalsítróttarflokki í fólkaskúlanum, til at kunna venja so nógv afturat skúlagongdini.