Speedo lanserað nýggjar draktir

Síggið myndir og video av avstralskum svimjarum í draktunum her og lesið annars her á SwimInfo. Speedo hava lanserað sínar nýggju LZR Razer draktir, sum m.a. Michael Phelps sigur følast sum rúmdardraktir. Tær kunnu keypast umleið 30. juli 2008, men vanligi svimjarin skal allíkavæl ikki vænta sær at fáa hendur á eina áðrenn OL í Beijing. USA og Australia fara at fáa draktir til OL í spesial litum, meðan restin av heiminum má klára seg við svørtum draktum Continue reading Speedo lanserað nýggjar draktir

Innbjóðing til Klaksvík National 2008

Svimjifelagið Ægir bjóðar nú til sprintstevnu í Klaksvík 15. mars 2008, fyri bólkar 3, 4 og eldri. Kappast verður bert á teimum fýra 50 metrunum, umframt í 50 metra stafettum, við innleiðandi svimjing um morgunin og so finalur seinnapartin. Skipað verður eftir øllum at døma fyri ymiskum spennandi í pausuni eisini. Sí viðfestu innbjóðing.

Andkjær úr USA til DK at venja móti OL

Hetta ljóðar heilt øvut, men danski VM bronsuvinnarin Jakob Andkjær hevur nú valt at gevast við venjingini og lestrinum á tiltikna Auburn University í USA, fyri heldur at venja í Blovstrød í Danmark. Hann føldi at hann bara gjørdi tvey ting hálvt í USA, heldur enn at kunna fokusera uppá OL, og hartil heldur hann ikki at venjingini í yard-hyljum har yviri var so væl egnað til at fyrireika seg til OL á langbana. Lesið t.d. í Politiken og á swim.dk.

OL startskamlarnir fara at minna um teir í frælsum ítrótti

Sambært m.a. SwimNews og The Australian fer Omega at veita nakrar spildurnýggjar og ‘revolutionerandi’ skamlar til OL í Beijing, sum hava ein vinklaðan kant aftan, nøkulunda sum vit kenna tað frá startblokkunum í frælsum ítrótti. Havi roynt at finna eina mynd, men finni tíverri onga (enn). Avstraliumenn eru ikki so nøgdir, við tað at hvørt land bara fær tveir skamlar í part at venja á.

Nú svimur Davies eisini 10 km

Fyrst var tað Grant Hackett sum tosaði um at luttaka í 10 km svimjingini á olympisku leikum í Beijing 2008, og nú hevur so bretski David Davies eisini luttikið – og vunnið – í 10 km ‘open water’ svimjing. Hann vann í tíðini 1 tími 53 minuttir og 58, í kappingini South African Open Water Championships í Cape Town. Lesið her á SwimNews.

Áhugavert er annars at lesa í hasum tíðindunum, at ‘open water’ svimjingin í Beijing møguliga verður yvirtikin av ‘pool swimmers’, við tað at kappingarnar fara at ganga fyri seg í einum kunstigum vatni til rógving, við veggum, botni og klor.

Úrslit frá Skeggjar stevnuni 2008

Viðfestur er úrslitalistin umframt hagtalsfílan til WinGrodan. Úrslitið varð at Ægir vann flest heiðursmerki, Reki næstflest og FS triðflest. Torkil Jákupsson Poulsen úr Reka vann flest heiðursmerki hjá dreingjum í bólki 1, meðan Ronja Eysturdal úr Ægir vann flest hjá gentum. Í bólki 2 vóru toppskorararnir Óluva Jacobsen úr Reka og Betuel Hansen úr FLOT. Continue reading Úrslit frá Skeggjar stevnuni 2008