Tveir havnarmenn vóru farnir suður longu fríggjakvøldið, og tí bar til at skipa fyri SuSvim stevnuni leygardag (tit vita, kravið um at tvey feløg skulu luttaka). Og tað skuldi vísa seg at loysa seg, sum tit kunnu lesa her á susvim.com, við tað at annar havnarmaðurin fekk silvurnál, umframt Jón Hofgaard úr SuSvim, og Pál Joensen fór frá 2:09.30 til 2:06.27 í 200 firvald.
Tag: susvim stevna 2008
SuSvim vann Susvim-stevnuna
Tað var ein rættiliga greiður sigur til suðuroyingar, á Suðuroyar Sparikassa stevnuni í Vági í vikuskiftinum. Eitt vet yvir 50% av øllum gullheiðursmerkjum, umframt umleið fjórðingin av silvur- og bronsuheiðursmerkjunum. Mona Simonsen úr SuSvim vann flest heiðursmerki av øllum kvinnum, og Magnus Jákupsson úr HS flest av øllum monnum.
Continue reading SuSvim vann Susvim-stevnuna
Úrslit frá SuSvim stevnuni
Pál kom nær metunum í 50, 100 og 200 bringu, men náddi teimum tó ikki heilt. Shaila royndi eftir metinum í 50 frí, men var somuleiðis ‘bara’ nær við, við frálíku tíðini 27.19 sekund. Helena kom undir kravtíðina til NJM í 100 rygg við tíðini 1:09.28 (!). Og Mona skoraði flest FINA stig, tá ið hon svam 800 frí í tíðini 9:15.46 (t.e. 714 FINA stig). Eg skal fara at telja heiðursmerki osfr., men fyribils mugu tit klára tykkum við úrslitalistan sum viðfesta tekst- og html-fílu.
(Savnsmynd. Pál svimur bringu á HS-stevnu í januar 2008)
Pál fer eftir metunum í bringu í dag
Lesið her á susvim.com:
Og nú okur tosa um seinnapart, so eigur 100m bringa hjá monnum at gerast ein áhugaverd kapping. Pál Joensen svam í morgun 50m bringu uppá 0:30,39 uttan at koyra seg fult út, hetta var bert pace til 200m ??? 100m bringa er seinnapartin í dag, og Ingi Andreasen úr HS má kanska siga adios til sítt føroyska met á teininum.
Og hvat við í morgin, 200m bringu metið hjá Høgna Hansen stendur fyri skotum frá einum 1500m frí svimjara, og eingin Rókur er her til at vitna um tað sum eg, eftir hansara pástandi, havi júka eitt sindur ov nógv um hehe.
Og har stendur eisini: Shaila skal millum annað royna eftur føroyskum metið í 50m frí
Bringumetini hjá monnum eru elstu met á metlistanum, frá 1993 til 2002, og Elspa eigur metið í 50 frí.
Innbjóðing til Suðuroyar Sparikassa stevna í Vági
Suðuroyar Sparikassa – stevna í Vági t. 1.-2. nov. 2008
Suðuroyar Svimjifelag
Kappingin verður svomin sum ein opin kapping.
Krav fyri at verða við, er at ein svimjari yngri enn junior skal hava svomið seg til heiðursmerki til seinasta SUM. (liðsvimjingar telja ikki við) Vónandi skilja tykur at okur fáa stórar trupuleikar við at koyra alt ígjøgnum um øll koma við. (3. pláss til SUM’2008 er kravtíð)
Continue reading Innbjóðing til Suðuroyar Sparikassa stevna í Vági
SuSvim vann SuSvim-stevnuna
Sum kunnugt kappaðust yngstu bólkarnir í Vági í vikuskiftinum, eina viku seinkað vegna trupulleikar við Smyrli. Úrslitið varð at SuSvim vann flest gullheiðursmerki, við FS sum nummar tvey og Ægir sum nummar trý. Mest vinnandi svimjarar vóru Jóhann Heðinsson og Óluva Jacobsen úr FS.
Continue reading SuSvim vann SuSvim-stevnuna
FS fingið 40 metrar hyl ?!?
Total sensatión her á fsvim.com: Hylin hava vit funnið í Fuglafirði, so nú er bara at seta hita á soleiðis at vit kunnu venja á einum 40m longum hyli. Ja, sig so tað. Hann líkur kanska ikki alheims krøv, men tvær geilir á 40 m so tað er ikki at forkasta.
SuSvim bjóðar til kapping nú leygardagin
Talan er um stevnuna sum skuldi verða síðsta leygardag, men sum varð útsett vegna trupulleikar við Smyrli. Til ber at melda til av nýggjum, ella bara brúka somu tilmeldingar sum seinast. Lesið annars tíðindini her á knassi.net.
Innbjóðing til Suðuroyar Sparikassa svimjistevnu í Vági
Innbjóðingin til SuSvim stevnuna næsta leygardag sæst her á knassi.net. Talan er um kapping fyri bólk 2 og 3, sum eru okkara yngstu bólkar, og stevnan er skipað so at yvirnátting ikki verður neyðug. Tilmeldingarnar skulu vera inni í seinasta lagið mikukvøldið 17. september kl 22.
Heiðursmerkjateljingin klár frá fyrra vikuskifti
Orsaka at tað tók so langa tíð, men nú er heiðursmerkjabýti frá stevnuni 18. – 20. apríl at finna her á heimasíðuni her.