SuSvim vann HS-stevnuna

So havi eg endiliga talt heiðursmerki upp fyri HS-stevnuna 8.-9. november, og úrslitið varð (ikki heilt óvæntað), at SuSvim vann flest, FS næstflest og Ægir triðflest. Gev gætur at eg her telji upp plaseringar í øllum aldursbólkum hvør sær, líka niður til og við bólk 3. Mona Simonsen og Pætur Leo úr SuSvim gjørdust oftast nr 1 í sínum aldursbólki, Mona við 7 gull og 1 silvur, og Pætur við 7 gull.

DSC_0109
Continue reading SuSvim vann HS-stevnuna

Úrslitalisti og RE-fíla frá HS stevnuni í vikuskiftinum

Viðfestu eru úrslitalisti og hagtalsfíla frá HS stevnuni í vikuskiftinum. Eg havi ikki havt stundir at telja heiðursmerki saman enn, og nái tað mest sannlíkt heldur ikki í kvøld (skal venja FLOT). Men tað kemur, innan alt ov leingi 🙂

Shaila kláraði eisini kravtíðina til EM á stuttbana

OK, ein smuttari hjá mær, í øllum hurlivasanum. Sum tit fara at hoyra nú um eina løtu í 3-2, og sum vit eisini hava fingið váttað frá nýggja svimjisambandsforsetanum Jon Hestoy, so kláraði Shaila millum Garðarnar at kvalifisera seg til EM í Rijeka í desember mánaða, á HS stevnuni í vikuskiftinum. Tey verða tí fýra sum fara: Shaila, Mona, Kári og Pál.

So vítt eg dugi at síggja, so kláraði Shaila kravtíðina við at svimja 26.79 í 50 frí, tá ið suðuroyargenturnar svumu 4×50 frí, har kravtíðin til EM er 26.87 sekund.

So fór metið hjá Høgna

Lítið visti Høgni T. Hansen, tá ið hann vann gull í 200 bringu á Oyggjaleikum á Isle of Wight við tíðini 2:24.71, at hetta føroyska metið fór at standa í yvir 15½ ár. Men tað gjørdi tað, til í dag tann 9. november kl umleið hálvgum fimm, tá ið Pál Joensen svam teinin í tíðini 2:22.49.

Skráin fyri HS-stevnuna 8-9 nov 2008

Viðfest er skráin fyri HS-stevnuna í morgin og ovurmorgin. Byrjað verður við upphiting í morgin kl 08:00, og kappast verður so fram til og við kapping nr 12, tá ið steðgur verður í umleið ein tíma, og byrjað so verður aftur við fyrst ein tíma upphiting, og síðani kapping fram til og við kapping nr 24.

Síðani verður hugnaløta við døgverða og undirhaldi tá leygarkvøldið, í sambandi við at Havnar Svimjifelag fyllir 70 ár, og farið verður so aftur undir upphitingar sunnudagin kl 13. Seinastu kappingar verða svomnar frá kl 14 sunnudagin, til liðugt er við kapping nr 36.

Sí eisini innbjóðing til HS-stevnuna, sum varð løgd her á heimasíðuna fyri viku síðani.