Van der Burgh og Guehrer vunnu FINA World Cup 2008

Suðurafrikanski Cameron van der Burgh og avstralska Marieke Guehrer kláraðu at vinna sær ávíkavist 192 og 199 stig tilsamans á teimum 7 FINA World Cup stevnunum, og vunnu tí hvør sínar 100.000 dollarar. Peter Marshall og Therese Alshammar vunnu hvør sínar 50.000 dollarar fyri at verða nr 2, og Randall Bal og Kathryn Meaklim vunnu hvør sínar 30.000. Les SwimInfo

Nýtt heimsmet í 50 rygg

So slapp Randall Bal framat, eftir alla vikuna at hava staðið í skugganum av Peter Marshall og hansara heimsmetum í 50 og 100 rygg. Nýtt heimsmet í 50 rygg á stuttbana, 22.87 og fyrsti maður nakrantíð undir 23 sekund, har heimsmetið hjá Marshall frá Stockholm var 23.05. Á ja, Marshall svam eisini undir 23 sekund nú, 22.90, sum tó var 3 hundraðpartar frá heiður og æru.

Biedermann tikið metið hjá Thorpe

Týski Paul Biedermann gjørdist fyrsta menniskja nakrantíð undir 1:41 á 200 metra frí teininum, tá ið hann nú svam 1:40.83 á World Cup stevnuni í Berlin. Gamla metið átti sjálvur Ian Thorpe, á 1:41.10, sum hann svam á World Cup í Berlin í 2000. Tunesiski Mellouli gjørdist nr 2 við tíðini 1:42.88, og suðurafrikanski Darian Townsend nr 3 við tíðini 1:43.19.

(Mynd frá 400 frí í Stockholm. Jón, Pál og Bartal halda at Biedermann líkist mær; men loynidómurin er at eg ERI Biedermann 🙂

Elspa nr 4 í 100 rygg

Elspa Mørkøre varð í dag nr 4 í finaluni í 100 rygg, á World Cup stevnuni í Berlin. Tíðin 59.55 var éin hundraðpart frá bestu tíð hennara, og tað sigur væl eitt sindur um støðið, at hon her svam skjótari enn Sanja Jovanović, sum hevur heimsmetið í 50 rygg.

Mads Glæsner úr Danmark svam aftur skjótt, tá ið hann í 1500 frí vann sína aðru World Cup hesa vikuna, við tíðina 14:38.97, éin tíggjundapart spakuligari enn mikukvøldið. Hann fekk tó skarpan gang frá týska Jan Wolfgarten, sum við sínum 14:39.58 nú má roknast sum enn ein kappingarneyti hjá Pál, á komandi EM meistarastevnuni í Kroatia í desember.

Elspa í finalu aftur nú seinnapartin

Hon skal svimja 100 rygg umleið mitt í skránni sum er frá kl 14 til umleið kl 16, við og hevur har næstbestu tíð frá innleiðandi riðlunum. Mads Glæsner svimur aftur 1500 frí, meðan Mellouli heldur svimur 200 frí og 200 blandað. Lotte Friis svimur 400 frí, og teir 50 frí hjá monnum eru aftur á tremur við heimsmeta-kandidatum.

Til ber at fylgja við stevnuni í Berlin, á heimasíðuni hjá stevnuni, sum ‘live timing’ á omegatiming.com, og sum ‘live stream’ á nmnathletics.com, frá kl 14 føroyska tíð.
Continue reading Elspa í finalu aftur nú seinnapartin

Elspa World Cup bronsu í 200 rygg

“It’s a bronze medal for Denmark”, sum tey siga her á amerikanskum. Flott flott Elspa, bronsuheiðursmerki í kapping við allarbestu ryggsvimjarar í heiminum. Og tíðin varð eisini flott, 2:07.66, har hon í Stockholm svam 2:08.73. Vit sloppu tíverri ikki at síggja hana fáa heiðursmerki, men her er so ein mynd sum eg tók í panikk av skerminum, júst sum hon var komin á mál.

DSC_0008

Berlin World Cup verður eisini víst ‘live’

Faktiskt verður tað víst ‘live’ beint nú, við Mellouli og Glæsner í vatninum. Teir svimja 400 frí, og um eina løtu kemur so Elspa Mørkøre við næstbestu tíð í 200 rygg. Hon svam eisini 50 rygg fyri løtu síðani, og fekk har sættbestu tíð, 28.17.

Orsaka at hetta kemur eitt sindur ‘ketta upp úr høvdatrog’, men sambært World Cup heimasíðuni skuldi tey ikki byrja at senda ‘live’ fyrr enn kl 18:00 GMT. Eg væntaði heldur ikki annað, men fór at ivast, nú fráboðan kom frá SwimInfo, um at Peter Marshall hevði sett heimsmet.

Heimasíðan hjá svimjistevnuni eitur www.fina-arena-worldcup.com, og tað ber eisini til at fylgja við á www.omegatiming.com, umframt at síggja ‘live stream’ frá finalunum her.

Nýtt heimsmet í 100 rygg hjá monnum

Amerikanski Peter Marshall gjørdi tað aftur, á World Cup stevnuni í Berlin. Setti heimsmet í 100 rygg á stuttbana við tíðini 49.63, har heimsmetið hjá honum frá fyrr í vikuni var 49.94. Randal Ball varð nr 2 í tíðini 50.55, og avstralski Robert Hurley nr 3 í tíðini 50.70. Les SwimInfo.

OK, nú oppaði Kringvarpið seg !

Besta svimjifrásøgn í Kringvarpinum ‘ever’, við bæði video frá teimum 1500, 400 og alt tað sum Elspa svam, umframt samrøður við Pál og Jón OG brot frá teimum fýra heimsmetunum (!). Her er ein lítil stemningsvideo av Balkan, til heiðurs fyri Kringvarpið, og sum ‘prik’ til hasar ið gjørdu seg fyri skommum í býnum sum maðurin syngur um.