PopSci um nýggju Speedo LZR Racer draktirnar

Popular Science hevur eina rættiliga áhugaverda grein her á popsci.com, um nýggju svimjidraktirnar hjá Speedo. Eftir øllum at døma vórðu hesar draktir brúktar, tá ið Eamon Sullivan herfyri setti heimsmet í 50 frí, Natalie Coughlin í 100 rygg og Kirsty Coventry í 200 rygg.


Continue reading PopSci um nýggju Speedo LZR Racer draktirnar

2 heimsmet til Japan í dag

Japanska Reiko Nakamura hevur sett heimsmet í 200 rygg, og Yuko Nakanishi í 200 firvald, tá ið tær í dag svumu ávikavist 2:03.24 og 2:03.12 á japansku stutthyljameistarastevnuni í Tokyo. Tær fingu hvør sínar 2 milliónir yen (umleið 93.000 krónur) frá sponsorinum av stevnuni, fyri at seta hesi heimsmet. Kosuke Kitajima var eisini heilt nær at seta heimsmet í 100 bringu, tá ið hann svam fyrst 57.89 í innleiðandi og síðani 57.62 í finaluni (heimsmetið er 57.47). Lesið her á SwimInfo.

Avstralar meta svimjing vera ítrótt við stórum vanda fyri doping

Avstralska antidopingin fer at kanna allar íðkarar sum fara til OL í Beijing minst éina ferð, umframt íðkarar úr summum ‘høj-risiko’ ítróttargreinum fleiri ferðir. Hesar greinar við serligum vanda fyri doping eru svimjing, frælsur ítróttur, súkkling, baseball, vektlyfting, rógving og triathlon. Hetta hóvar sjálvsagt ikki øllum, sum t.d. Grant Hackett, ið halda at avstralska svimjingin ikki hevur fortjent slíkan ó-heiður.

Men antidoping nevndin verjir sína støðu við at vísa á at altjóða svimjingin faktiskt hevur havt stórar dopingtrupulleikar at stríðast við, samstundis sum svimjarar í dag svimja skjótari enn nakrantíð fyrr. Har var jú systematiska dopingin hjá Eysturtýskalandi í 80-unum, og hjá Kina í 90-unum. Dopaðir svimjarar tá svumu tíðir sum eingin annar kundi liva upp til, og tó so svimja tey bestu í dag skjótari.

So sum tey siga, eitt víðkað dopingeftirlit í dag er líka nógv fyri at verja tey óskyldigu undan følskum ákærum, sum fyri at fanga syndararnar.

Lesið her á SwimNews.

Fyrsta ungdóms-OL verður í Singapore í 2010

Singapore vann á Moskva, og harvið verða fyrstu olympisku leikir fyri ungdómar í Singapore ár 2010. Eg má viðganga at eg havi ikki hoyrt um ungdóms-OL fyrr enn nú, men eftir øllum at døma er hetta ein ætlan hjá altjóða olympisku nevndini IOC at røkka betri út til tey ungu eisini. Lesið her á SwimNews.

Nýtt evropeiskt met í 100 rygg hjá kvinnum

Russiska Anastasia Zueva svam fyri fyrst ferð undir minuttin í 100 rygg á langbana í gjár, tá ið hon á stevnu í Russlandi tók evropeiska metið hjá Laure Manaudou á 59.87 við tíðini 59.64. Harvið er hon triðskjótasta kvinna nakrantíð, og einans ein av fýra sum hava svomið undir minuttin í 50m hyli. Lesið her á SwimInfo.

Myndir frá Ægir stevnuni

Mínar myndir frá Ægir stevnuni kunnu síggjast her á Flickr.com.

DSC_0149

Eg var tíverri ikki til staðar tá ið ‘old boys’ svumu, men Reidar hevur lukkutíð myndir av tí her á susvim.com.

Hendan er frá tá ið Søren enn hevði ein kjans …

Og hendan er prógv um at hann faktiskt kom á mál, hóast óndar tungur vilja vera við at tað ikki var so …

(Forrestin flott av Símuni at heppa uppá hann.)