Startlisti til Ægir stevnuna 19. – 20. februar 2011

Viðfestur er startlistin til Ægir-stevnu nú í vikuskiftinum. Hann er merktur av at Havnar Svimjifelag er á venjingarlegu í Íslandi, men tó so eru ‘kanónirnar’ har, so sum Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, Birita Debes úr FLOT, Cecilia Eysturdal úr Ægir og Poula Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag.

Hylurin í Vági verður ikki bara til svimjing

Dennis Holm fyriskipari av Svimjihøllini á Oyrunum vísti mær herfyri á hesa grein á goal.com, um hvussu Manchester United spælarin Antonio Valencia uppá rekordtíð kundi venda aftur til fótbóltin, eftir okkurt tey kalla NASA “Water Torture” Treatment. Eftir ætlan skal høllin í Vági ikki bara verða úrvalsdepil til svimjarar, men eisini hava líknandi venjingarmøguleikar í hylinum, til alt frá úrvalsítróttarfólki til fólki við ovurfita, skaða, breki, eldri og illa gongdum fólki, og til fólk sum bara vilja røra seg.


Continue reading Hylurin í Vági verður ikki bara til svimjing

FINA straffar nú dómarar fyri hendingina í Fujairah

Open Water nevndin hjá FINA hevur sambært SwimNews.com fráboðað Valerijus Belovas úr Litava og Steven Munatones úr USA, at teirra tænasta sum høvuðsdómarar ikki longur er neyðug. Belovas var hann sum var høvuðsdómari í Fujairah nær Dubai, tá ið Fran Crippen doyði har á World Cup stevnu í havsvimjing í heyst, meðan Munatones sambært keldum hjá SwimNews.com verður straffaður fyri at hava tosað við miðlar um innanhýsis viðurskifti í FINA. SwimNews.com verjir hinvegin báðar mennirnar, at Belovas hevur sagt at stevnan í Fujairah var einki ørvísi enn aðrar Open Water stevnur hjá FINA, og at tað einasta sum Munatones hevur gjørt, er at arbeiða fyri at fáa trygdina betri í havsvimjing.

Her tosar SwimmingWorld Magazine við Munatones:

Continue reading FINA straffar nú dómarar fyri hendingina í Fujairah

Video frá tá Sentralbadet í Bergen varð tikið í nýtslu

Ein super video frá góðu gomlu tíðini, tá ið politikarar høvdu dirvi, áræði og visjón til at hugsa um fólkaheilsu, lívbjarging og úrvalsítrótt, alt í senn. Hesin hylur varð tikin í nýtslu í 1960, og er tó enn “hovedbassenget i Norges nest største by”, sum tey skriva á www.simma.nu/no. Hvussu er støðan í Føroyum ?

Bågenholm yvirlivdi hóast kropshita á 13.7 gradir Celcius

Tað ljóðar øgiligt, tá ið vit hoyra um hasi á Lundby Efterskole sum eru við at koma fyri seg eftir at hava verið køld niður til 16-17 gradir Celcius, í veruleikanum druknað. Men onkur hevur faktiskt verið kaldari, nevniliga norska Anna Bågenholm, sum í 1999 endaði undir ísi í 80 minuttir í eini á nær Narvik í Norður-Noregi. Hon kølnaði niður í 13.7 gradir, druknaði og var sjálvsagt glerakøld og snjóhvít, tá ið tey endiliga fingu hana upp aftur. Men hon yvirlivdi.

Vera yvirlivdi við at svimja 1 tíma við brotnum ryggi

22 ára gamla Bianca Vera koyrdi tvørtur um eina glerstoytta brúgv í Georgia, USA, tá ið vindurin tók bilin og rendi hann inn í autoverjuna. Komin út sá hon ein lastbil koma ímóti sær sum ikki fekk steðgað, og valdi tí at leypa einar 12 metrar niður í vatnið. Hoyrdi lastbilin sorla bilar meðan hon datt, og fekk so ein øgiligan sting, sum vísti seg at vera ryggurin sum brotnaði. Og svam so í myrkri og kulda 100 yards uppá 1 tíma, til hon kom á land har bjargingarfólk hoyrdu hana. Lesið her á ABC News og sí video.

Bianca Vera (brúgvin)

Bianca Vera

Sjómaður yvirlivdi 8 tímar langan svimjitúr

25 ára gamli avstraliumaðurin Andy Wilsen reyk í gjár fyri borð tá ið bátur hansara rakti eina aldu, og varð hildin at vera druknaður eftirsum báturin varð funnin við motorinum í gongd og alt. Men hann gav ikki upp, hugsaði um gentuna og svam ímóti landi, uttan bjargingarvest og í hørðum streymi einar 7.5 km yvir 8 tímar. Varð stungin av portugisiskum orlogsmanni og møtti einum hávi, og mátti eisini stríðast við vøddakrampa. Komin á land svav hann einar 20 minuttir á klettunum, áðrenn hann fann onkrastaðni at ringja heim til dámuna. Løgreglan sigur at hann má hava verið ein sterkur svimjari, at hava kunnað hildið á so leingi. Sí video her og her, har tey m.a. tosa við Wilson sjálvan.

Andy Wilson

Havsvimjari burturblivin í leypi av Midmar Mile

Tað sær tíverri út til at “open water” svimjing er rakt av enn eini vanlukku, nú 45 ára gamli Nick Mallet ikki er aftur í komin eftir Midmar Mile kappingini í Suðurafrika í vikuskiftinum. Tey siga annars at kappingin var rættiliga trygg, við 140 lívbjargarum runt rutuna, men misteinkja at maðurin fekk hjartatilburð og sakk. Í kappingini luttók eisini Roland Schoeman, har Chad Ho vann hjá monnum, og Keri-anne Payne hjá kvinnum. Lesið her á SwimmingWorld Magazine.


Continue reading Havsvimjari burturblivin í leypi av Midmar Mile

OL 2012 skráin er klár

Bretar hava nú givið út skránna fyri svimjing á Olympisku Leikir í London 2012, í sambandi við at tað millum 15. mars og 26. apríl 2011 er gjørligt at umbiðja sær atgongumerki til ymisku tiltøkini har. Fyri okkum føroyingar er tað mest áhugaverda vælsagtans, at innleiðandi 1500 frí hjá monnum verður klokkan 10:00 fríggjadagin hin 3. august 2012, og finalan leygardagin hin 4. august klokkan 19:30 (bretsk og føroysk tíð).
Continue reading OL 2012 skráin er klár