OL 2012 skráin er klár

Bretar hava nú givið út skránna fyri svimjing á Olympisku Leikir í London 2012, í sambandi við at tað millum 15. mars og 26. apríl 2011 er gjørligt at umbiðja sær atgongumerki til ymisku tiltøkini har. Fyri okkum føroyingar er tað mest áhugaverda vælsagtans, at innleiðandi 1500 frí hjá monnum verður klokkan 10:00 fríggjadagin hin 3. august 2012, og finalan leygardagin hin 4. august klokkan 19:30 (bretsk og føroysk tíð).
Continue reading OL 2012 skráin er klár

Tíð at umhugsa atgongumerki til OL 2012

Fyriskipararnir av OL 2012 skriva nú her á london2012.com, at latið verður upp fyri atgongumerkjasøluni tann 15. mars 2011, 6 vikur fram til 26. apríl 2011. Talan er ikki um eina ‘først-til-mølle’-skipan, men heldur okkurt slag av ‘ballot’ skipan, har tey velja út hvørji sum skulu kunna fáa billett. Tey vísa annars til skrásetingarskipanina her, har 2 milliónir menniskju longu hava skrásett seg, at fáa kunning um nær og hvussu søkjast kann.

Remember, @London2012 Olympics tickets are NOT 1st-come 1st-served. Take your time! You can apply any day between 15 Mar and 26 Aprless than a minute ago via web

Foster lagt fyrsta flisan í OL hylin 2012

Mark Foster slapp at leggja fyrsta av teimum tilsamans 180.000 flisunum í olympiska hylin í London, sum verður nú til OL har í 2012. Tey vænta at hetta nýggja Aquatics Centre verður klárt longu næsta summar, at testa á svimjistevnum har fram ímóti olympisku leikir. Foster er sum kunnugt fyrrverandi svimjari sum í tíðarskeiðnum 1993 til 2005 vann millum annað 6 HM-gull í 50 frí og firvald á stuttgeil, 11 EM-gull í somu greinum, umframt at seta heimsmet í greinunum rættiliga ofta. Les bedfordtoday.co.uk

DSC00273

Maglione berjist fyri at fáa størri part av OL pengunum

FINA forsetin Julio Maglione stríðist í løtuni sambært SwimNews.com og AP fyri at svimjingin skal fáa størri part av teimum 375 milliónum dollarunum fyri sjónvarpsrættindum til OL, enn tær 18.73 milliónir dollararnar sum svimjingin í løtuni fær bjóðað. Til samanberingar fær frælsi ítrótturin sum OL ítróttargrein nummar 1 nærum tað dupulta, 35.77 milliónir dollarar, og fótbóltur, kurvabólt, súkkling, fimleikur, tennis og flogbóltur tað sama sum svimjingin. Maglione heldur at hetta býti ikki reflekterar veruleikan í dag, har Phelps til dømis vann metnógv 8 gullheiðursmerki í 2008, og har atgongumerkini til svimjing konsekvent eru tey fyrstu sum verða útseld.
Continue reading Maglione berjist fyri at fáa størri part av OL pengunum

Føroyskir svimjarar til OL

Tíðindaskriv frá ÍSF og SSF

Ítróttasamband Føroya og Svimjisamband Føroya fegnast um at kunna kunngera, at í framtíðini fara føroyskir svimjarar frítt at kunna luttaka fyri Føroyar í øllum FINA-kappingum, sum t.d. HM, EM og World Cup kappingum, samstundis sum teir umboða Danska Kongaríkið á Olympisku leikunum. Skiftið millum føroyska og danska landsliðið í samband við OL-luttøku gevur onga karantenu.
Continue reading Føroyskir svimjarar til OL

Danir mennt OL stigaskipan við tilmæli til framgongd

Danska svimjisambandið hevur eftir øllum at døma gjørt sína egnu OL stigaskipan, har 1000 stig eru tað sum tey vænta fer at krevjast til at koma í finalu á Olympisku Leikum. Hartil hava tey eina “anbefalet udviklingskurve”, sum lýsir hvussu svimjararnir kunnu røkka hesum málum tá ið mennirnir eru 22 og kvinnurnar 20, “via en naturlig og forsvarlig udvikling år for år fra årgangssvømmere til seniorsvømmere. Og alt er enntá gjørt soleiðis, at tú við einum interaktivum “OL pointberegner” kann tasta tíðir inn hjá svimjarum frá tí at genturnar eru 9 og dreingirnir eru 11, og so síggja hvussu tey fyrihalda seg í mun til viðmældu framgongdina. Sí her á svoem.dk

OL pointberegner