Autistar hava stóran tørv á vatni

Vit hava lisið um tað fyrr, men nú fann eg hesa áhugaverdu grein, á heimasíðuni www.diversityinaquatics.com, “a network to help save lives”. Har verður millum annað sagt:

Water is a magnet for all children. It is fun. It is soothing. Water is the ultimate, non-threatening hug. As an adult, what is your reaction when you sink into a hot bath? Or sip a cool glass of water on a hot day? Aaaaaahhhhhhh. Exactly. Now magnify that attraction and that reaction by 100 and you’ll know exactly what an autistic child feels like when they are immersed in water.

Donsk børn duga ikki at svimja

57 prosent at donskum børnum undir 10 ár hava ongantíð fingið svimjiundirvísing, staðfestir ein kanning hjá Børneulykkesfonden. Tað eru kommunurnar sum avgera um svimjing skal vera partur av ítrótti í skúlanum, og tó so vænta nógv foreldur at svimjing er nakað sum øll læra í skúlanum. Michael Aller formaður í Rådet for Større Badesikkerhed hevur ilt við at skilja at allir skúlar ikki hava svimjiundirvísing, sum hann sigur tí at um tey ikki læra enskt, týskt ella franskt, so kunnu tey altíð læra tað seinni, meðan um tey ikki duga svimjing, so kunnu tey drukna. Lesið her á 24.dk.

Lívbjarging í Vági

Sørin S. Djurhuus var fríggjakvøldið í Vági og skipaði fyri lívbjargingarskeiði, har 6 møttu og 5 fingu prógv, tann eina ikki tí at hon enn væntar tilhoyrandi fyrstuhjálpsskeið. Hetta er partur av arbeiðnum hjá Svimjisamband Føroya, at fáa so nógv sum gjørligt at kunna virka sum lívbjargarar. Vit hoyra har suðuri frá at tað var av finasta slag, eisini tí at tey vóru so fá, at tey kunnu koma ígjøgnum alt rímiliga skjótt.

P1090061

Burturblivni maðurin funnin í Arizona

Amerikanska løgreglan hevur nú funnið mannin sum varð fráboðaður at vera burturblivin undir havsvimjing frá Scripps Pier til La Jolla Shores í Kalifornia. Vísir seg at hann rýmdi undan møguligum fongsulsdómi, fyri fíggjarsvik á 1.3 milliónir dollarar, og varð tí eftirlýstur og funnin av U.S. Marshalls í Yuma, Arizona. Lesið her á Los Angeles Times.

Havsvimjari burturblivin í USA

53 ára gamli Jim Repeta ætlaði at svimja umleið 3 kilometrar frá Scripps Pier til La Jolla Shores í Kalifornia, men kom ongantíð fram. U.S. Coast Guard leitaði leygarkvøld til sunnudag seinnapart, men hevur nú valt at gevast við leitingini, grundað á aldur á manninum, sjóhita og metingini av hvussu leingi hann hevur kunnað yvirlivað í vatninum. Lesið her á LaJollaPatch.

Bågenholm yvirlivdi hóast kropshita á 13.7 gradir Celcius

Tað ljóðar øgiligt, tá ið vit hoyra um hasi á Lundby Efterskole sum eru við at koma fyri seg eftir at hava verið køld niður til 16-17 gradir Celcius, í veruleikanum druknað. Men onkur hevur faktiskt verið kaldari, nevniliga norska Anna Bågenholm, sum í 1999 endaði undir ísi í 80 minuttir í eini á nær Narvik í Norður-Noregi. Hon kølnaði niður í 13.7 gradir, druknaði og var sjálvsagt glerakøld og snjóhvít, tá ið tey endiliga fingu hana upp aftur. Men hon yvirlivdi.

Vera yvirlivdi við at svimja 1 tíma við brotnum ryggi

22 ára gamla Bianca Vera koyrdi tvørtur um eina glerstoytta brúgv í Georgia, USA, tá ið vindurin tók bilin og rendi hann inn í autoverjuna. Komin út sá hon ein lastbil koma ímóti sær sum ikki fekk steðgað, og valdi tí at leypa einar 12 metrar niður í vatnið. Hoyrdi lastbilin sorla bilar meðan hon datt, og fekk so ein øgiligan sting, sum vísti seg at vera ryggurin sum brotnaði. Og svam so í myrkri og kulda 100 yards uppá 1 tíma, til hon kom á land har bjargingarfólk hoyrdu hana. Lesið her á ABC News og sí video.

Bianca Vera (brúgvin)

Bianca Vera

Sjómaður yvirlivdi 8 tímar langan svimjitúr

25 ára gamli avstraliumaðurin Andy Wilsen reyk í gjár fyri borð tá ið bátur hansara rakti eina aldu, og varð hildin at vera druknaður eftirsum báturin varð funnin við motorinum í gongd og alt. Men hann gav ikki upp, hugsaði um gentuna og svam ímóti landi, uttan bjargingarvest og í hørðum streymi einar 7.5 km yvir 8 tímar. Varð stungin av portugisiskum orlogsmanni og møtti einum hávi, og mátti eisini stríðast við vøddakrampa. Komin á land svav hann einar 20 minuttir á klettunum, áðrenn hann fann onkrastaðni at ringja heim til dámuna. Løgreglan sigur at hann má hava verið ein sterkur svimjari, at hava kunnað hildið á so leingi. Sí video her og her, har tey m.a. tosa við Wilson sjálvan.

Andy Wilson

Dagur & Vika um fyrstahjálp í fólkaskúlanum

Kringvarpið hevði hetta innslagið í Degi & Viku, hósdagin 10. februar 2011, um fyrstuhjálparskeið í fólkaskúlanum. Eftirfylgjandi er prát við Helenu Dam á Neystabø, um hetta løgna at fyrstahjálp av eini og hvørjari orsøk er tikið burtur úr námsætlan fólkaskúlans per 1. august 2011, hóast at tað var kravd grein í verandi lesiætlan.