Kringvarpið hevði hetta innslagið í Degi & Viku, hósdagin 10. februar 2011, um fyrstuhjálparskeið í fólkaskúlanum. Eftirfylgjandi er prát við Helenu Dam á Neystabø, um hetta løgna at fyrstahjálp av eini og hvørjari orsøk er tikið burtur úr námsætlan fólkaskúlans per 1. august 2011, hóast at tað var kravd grein í verandi lesiætlan.
Hylurin til HM í Shanghai 2011 um at vera klárur
Niðurlendsku hollandswimming.nl vísa nú á hesa video av svimjihylinum í Shanghai, sum umfatar m.a. 3 risastórar (innandura) hallir. Eftir øllum at døma ein verkætlan á hædd við OL í Beijing, har kinesarar vísa hvat ið stats-kapitalisma kann. Sí annars www.shanghai-fina2011.com/en
Landvenjing í Phoenix
Áhugavert videobrot her frá styrkivenjingini hjá Phoenix Swim Club, við frágreiðing um tey ymisku øvilsini frá høvuðsvenjaranum Dave Gibson. Løgið at síggja tey brúka snorklar á landi, men tað er eftir øllum at døma til at avmarka lufttilførsluna, so at svimjararnir skulu arbeiða harðari eisini við andadráttinum.
Øll styðja seg upp at Páli eftirhondini
Listafólk eru í andgletti í løtuni, tí at Dimmalætting dittar sær at nevna hvat tey hava fingið í starvsløn seinastu mongu árini, og hvat sum tey hava givið okkum afturfyri. Nú leggur Oddfríður Marni Rasmussen í lesaragrein eftir Dimmu, sum formaður í Listafólkasambandi Føroya, týðiligvís lítið vitandi um umstøðurnar hjá ítróttarfólki sum Pál Joensen.
“Tað svarar til, at Pál Joensen ikki kann svimja, tí at hann skal selja bollar hjá bakaranum í Vági. Neyvan hevði hetta gingið, men tá ið talan er um listafólk, er onki óført.”
Continue reading Øll styðja seg upp at Páli eftirhondini
Pál Joensen – inspiration to all
‘Jarnmaðurin’ Aleksandar Sørensen-Markovic skrivar her á elite-ciao.com, at hann nú brúkar søguna um Pál Joensen til at halda fokus og venja hart, tá ið onnur grenja um at tey mugu suðureftir til at kunna venja ordiligt. Hesin Aleksandar hevur eitt 9. pláss í elitubólkinum á Challenge Copenhagen 2010 sum besta úrslit, ið er triathlon á ironman-teininum: 3.8 km svimjing, 180 km súkkling og síðani eitt marathon.
I might be doing a bike session tonight: 5 x 5min really hard. I was a bit unmotivated but then read about Pál and my focus is now where it needs to be – on what matters, training hard and having fun with what I got.
Ein eitt sindur ørvísi svimjivideo
Jamie Shaules greiðir her frá trupulleikanum við vatnmótstøðu, at svimjarin skapar ov nógva mótstøðu um beinini hanga ella svimjarin á annan hátt ‘svimur ígjøgnum eitt ov stórt hol’, t.d. við at hyggja frameftir.
Ryk Neethling roynir seg sum vínbóndi
Suðurafrikanski svimjarin Ryk Neethling byrjaði herfyri sum vínmakari á eksklusiva “Val de Vie Wine and Polo Estate“, har hann eisini er partaeigari. Í dag skrivar hann á Twitter, at hansara vín verður lanserað í kvøld, og at tað longu er á vínseðlinum í 26 matstovum. Neethling vann m.a. gull í 4×100 frí á OL í Athen í 2004, og 3 HM-gull í Shanghai í 2006.
Vatn er nú einaferð nakað heilt fantastiskt
Alexander Dale Oen vísir á Twitter.com til hesa videoina, við viðmerking “Check it out! Cant wait till summer!”.
(innsetta video broytt til leinkið her, til at umganga kennifílur)
s
Outdoor : Mike Wilson – Diving 30 meters with a rope
Uploaded by Riders-Match. – Discover the latest sports and extreme videos.
Alexander Dale Oen vísir á Twitter.com til hesa videoina, við viðmerking “Check it out! Cant wait till summer!”.
(innsetta video broytt til leinkið her, til at umganga kennifílur)Løtan tá ið Birita Debes fekk gull á NJM 2010
Petur Heðin á Fløtti to the rescue …
Norskir svimjiskúlar fullir tí at fólkaskúlin svíkur
Norska svimjifelagið Bærumsvømmerne hevur seinastu 10 árini sæð risastóran áhuga fyri sínum svimjiskeiðum, sambært leiðaranum Åsa Essebo tí at svimjiskúlaundirvísingini í fólkaskúlanum er mangulfull. Foreldur sum hava tíð og ráð senda børn síni á skeið, og Per Rune Eknes forseti í norska svimjisambandinum heldur tí at klassaskilnaðurin millum rík og fátøk tíverri verður bæði varðveittur og styrktur. Tað er lógarkrav í Noregi at børn skulu duga at svimja eftir 4. flokk, og Eknes heldur tí beinleiðis at kommunurnar bróta lógina, við at forsøma svimjiundirvísingina. Lesið her á budstikka.no.